Ferðslutrygdartiltøkini hava gjørt stóran mun

– Bæði lækking av promillumarkinum, klipp í koyrikortið, nullmark fyri tilvitsvirkandi evnum, trygdarútgerð í bilum og annað hevur alt havt stóra ávirkan á, at í dag eru færri deyð og skadd í ferðsluni, sigur Kári Thorsteinsson, formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd

Ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar 2019-2027 varð í dag handað Heðini Mortensen, landsstýrismanni við samferðslumálum.

Ein arbeiðsbólkur og ein stýrisbólkur hevur arbeitt við hesi ætlanini síðani í februar, og nú varð ætlanin løgd fram. Umboð fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd, Landsverk, løgregluna, Akstovuna og kommunufelagið hava verið í arbeiðsbólkinum.

Kári Thorsteinsson vísir á, at Ráðið fyri Ferðslutrygd leingi hevur roynt at strongt á yvir fyri politikarum at fáa eina nýggja ferðslutrygdarætlan, men at tað er ikki eydnast fyrr enn nú.
Nýggja ferðslutrygdarætlanin er eitt framhald av gomlu ferðslutrygdarætlanini, ið varð gjørd í 2007. Hendan byggir á somu grundsjónarmið, men hevur nøkur nýggj tilmæli.


Ítøkilig úrslit

Bæði ferðslutrygdarætlanirnar, ið komu í 2003 og í 2007, løgdu millum annað stóran dent á 0-hugsjónina. Hvørki í 2018 ella higartil í 2019 er nakar deyður í ferðsluni í Føroyum. Er arbeiðið við ferðslutrygd ikki næstan komið á mál?

– Vit verða ongantíð liðug við ferðslutrygdararbeiðið. Vit síggja, at tey átøk, ið tá vórðu gjørd, hava gjørt mun, millum annað at promillumarkið varð sett niður úr 0,8 til 0,2, at tað kom skipan við klipp í koyrikortið, nullmark fyri tilvitsvirkandi evni og trygdarútgerð í bilum – serliga við børnum.

Alt hetta samanlagt hevur gjørt stóran mun. Men undirvísing, upplýsing og tað at skapa ein hugburð til ferðslu, tað er tað, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd er til fyri at gera. Alt hetta hevur gjørt, at vit eru komin so langt, sum vit eru, sigur Kári Thorsteinsson.


30 prosent færri ferðsluóhapp við fólkaskaða

Yvirskipaða málið við nýggju ferðslutrygdarætlanini er, at talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða skal verða 30 prosent lægri í 2027 í mun til 2018.

Yvirskipaða málið í Ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar 2007–2015 var 30% færri ferðsluóhapp við fólkaskaða. Hetta málið er langt síðani rokkið, og longu í 2010 var talið 50% lægri enn útgangsstøðið í 2006, stendur at lesa tilmælinum.

Arbeiðsbólkurin hevur sett sjóneykuna á 8 fokusøki, sum mett vera týdningarmikil fyri at náa málinum. Hetta serliga tí tey umboða bólkar og slag av óhappum, sum lutfalsliga hava størri títtleika. Hesi fokusøki eru skaðakanningarnevnd, hagtøl og endurskoðan av ferðslutrygdarætlanini.

Niður á 21 ferðsluóhapp við fólkaskaða í 2027

Arbeiðsbólkurin sigur, at tíðin hevur víst okkum, at tað ber til at fáa talið av deyðum og skaddum í ferðsluni niður.

– Vit eru nú so langt frá syndarligu tíðini í 70- og 80-árunum, sum yvirhøvur til ber. Eingin doyði í ferðsluni í 2018! Og seinastu nógvu árini hava tølini – hóast ikki „null“ – verið sera lág. Hetta hendir samstundis sum fólkatal, akfør og samlaða mongdin av ferðslu er fleirfaldað. Men hetta kemur ikki av ongum. Eldsálir hava í áratíggju arbeitt miðvíst við málinum at fáa niður talið av ferðsluvanlukkum, bæði við upplýsing, átøkum, eftirliti og lóggávu. Og tað er hetta arbeiðið, sum ber ávøkstur.

Víðari skivar arbeiðsbólkurin:

– Nýggj mál og deilmál eru sett fram til 2027. Nýggja málið er í mesta lagi 21 ferðsluóhapp við fólkaskaða í 2027. Men afturat hesum eru eisini hópin av deilmálum sum millum annað ferð, rúsdrekkaóhapp, óhapp við ungum bilførarum, bleytum ferðandi, nýtslu av trygdarbelti o.s.fr.

Fyri hvørt fokusøki eru ásett tey tilmæli, sum verða mett at hava týdning fyri, at málið fyri júst hetta fokusøkið kann røkkast.

Tað eru í alt 70 ymisk tilmæli, og fyri hvørt teirra er ásett, hvør stovnur ella myndugleiki hevur ávirkan á, at júst hetta tilmæli kann fremjast. Hetta soleiðis, at øll, sum vara av – myndugleikar, stovnar og allir føroyingar taka Ferðslutrygdarætlanina 2019-2027 til sín.

Les eisini: Vit skulu hava eina skaðakanningarnevnd