Fer Trump nú at krevja smærri bitar av Grønlandi?

Tað hevur ljóðað, at USA nú krev­ur “suveren øki til her­støð­ir” í Grønlandi grundað á bretska fyrimynd

Úr Sosialinum nr. 7, 20. februar 2026:

 

Samráðingar um framtíðina hjá Grønlandi eru í gongd í so­nevnda High-Level Work­ing Group, sum avtalað á slóð­brót­andi fundunum hjá Lars Løkke Rasmussen, utt­­an­­rík­­i­s­ráð­harr­a í Dan­mark og grøn­­lendska starvs­fel­aga hans­­ara Vi­­v­­i­an Motz­feldt í Wash­­ing­ton 14. januar.

 

Vit vita ikki, hvat sam­ráð­ing­a­r­nar serliga snúgva seg um, men eitt ávíst fyribrigdi hev­ur vakt nógvan ans: So­ver­e­ign Base Areas. Eitt hugtak, sum New York Times millum ann­að hevur umrøtt síðani fund­in hjá Donald Trump við að­al­skriv­aran í NATO, Mark Rutte, 21. januar. Eingin hevur stað­fest leysa­søg­ur­nar, men greitt verður frá, at Don­ald Trump sjálvur hev­ur víst áhuga fyri eini loysn, har USA sleppur krav­i­num um alt Grøn­land, men held­ur fast við kravið til eitt av­markað øki.

 

Høgt virda Council on For­eign Affairs í Washington tek­ur leys­a­søg­ur­nar í so stór­um álv­ara, at tey 3. februar høvdu opið kjak fyri og ímóti su­v­er­en­um økjum til her­støð­ir í Grønlandi.

 

Samráðingarnar fara fram fyri afturlatnum hurð­um. Men tað kann ikki úti­hýs­ast, at stjórn­ar­leiðarin í Grøn­landi, Jens Frederik Niel­s­en, sum skal hava vit­an um sam­ráð­ing­ar­nar, eis­ini hugs­aði um upp­skotið um suveren øki, tá hann luttók í stóru bretsku sam­røðu­send­ing­ini “Pierce Morgan Un­cen­sored” 4. februar. Her var hann ná­grein­i­lig­ur: “We are not giving away an inch of our land” (Vit lata ikki frá okk­um ein tumma av landi okk­­ara). Ein av­vís­ing, sum møguliga kundi tulk­ast sum eitt skifti frá fyrra høv­uðs­boð­skap­i­num hjá Grøn­landi, “vit vilja ikki vera am­er­i­k­an­ar­ar” til ein nýggj­an: “vit geva ikki frá okkum ein tumma av landi okkara.” Kanska er hetta nú kjarn­in í ósemjuni: møguliga av­henda­n av smærri pørtum av Grønlandi.

 

##med2##

 

Sigurin hjá Trump

 

Fyri stuðlar í USA tykist hug­skotið um full­veldi yv­ir økj­um til her­støð­ir sann­i­liga til­tal­andi, og USA kann føra fram, at hugskotið er ein fín leingj­an av  “Verjuavtaluni fyri Grøn­­land frá 1951,” sum gev­ur USA møguleika at reka støð­ir í Grøn­landi, so leingi NATO-sátt­málin er í galdandi.

 

Við fullveldi yvir økjum til her­støðir fær USA varandi, ó­regu­ler­að­an ognarrætt til stra­te­g­iskt út­vald landa­øki í Grøn­landi, sum møgu­liga kunnu hýsa øllum frá havn­um, flog­vøll­um, rad­a­r­­a­støðum, rakettstøðum, brenni­evn­is­goymsl­um, sat­e­l­l­itt­dát­u­tøk­um og lóður­goymsl­um.

 

Um tað eydnast, kann Don­ald Trump útnevna seg sum vinnara av stríðnum um heims­ins størstu oyggj. Hann kann soleiðis koma nið­ur úr træ­num, haðani hann hótti við innrás í eitt annað NATO-land, sum hevði havt við sær álv­ars­lig­a ó­semju við Ev­ropa, Grøn­land og Dan­mark, og ófrið á parta­bræva­markn­að­un­um, millum veljararnar og í ­a­m­er­ik­ansku kongressini.

##med3##

 

Nei takk

 

Trupulleikin er sjálvandi, at heilt fá í Grønlandi vildu hugs­að, at Grønland nú skal sker­ast sund­ur og lat­ast USA fyri allar ævir. Hetta svar­ar helst til, at USA krev­ur fast­an ogn­ar­rætt til Suð­ur­oynna í Føroyum.

 

Sein­asta árið hava grøn­lendsku velj­ar­ar­nir ong­an vilja víst til semju við USA um full­veldi, og stríðs­hug­ur­in er styrkn­að­ur nú Don­ald Trump hevur kent seg noydd­­an at leggja valds­hótt­­an­ina til viks.

 

Mette Frederiksen ávarar um, at kreppan er langt frá lið­ug, men evropeiski stuð­ul­in hevur spjatt vón um, at  tað ringasta er yvirstaðið – eisini kravið um fullveldi. Vónin er, at umboðsmenninir hjá Trump verða nøgdir við minni. Kanska fer USA at leiga øki til herstøðir í Grøn­landi í 99 ár, eins og Bretland leig­aði Hong Kong frá Kina í 1898. Helst saman við føstum trygd­um fyri, at Kina verður av­skorið frá Grønlandi fyri allar ævir.

##med4##

 

Fast avvísing

 

Ein blonk avvísing av hug­skot­­i­num um av­mark­aða av­­hend­­ing av full­veld­i­num hev­ur, sum sjón­varps­út­søgn­in hjá Jens Fred­e­rik Niel­sen bend­ir á, møg­u­­liga longu ver­ið frammi í sam­ráð­ing­ar­rúm­inum.

 

At lata fullveldið frá sær vildi ver­ið eyðmýkjandi og í and­­søgn við sjálvsfatan Grøn­­lands sum eina sam­einda tjóð við túsund ára søgu og ment­­an og við al­tjóða við­ur­­kend­um sjálv­s­av­gerð­ar­rætti. Am­­er­­­i­k­anskt fullveldi yvir sjálvt smá­­um pørtum av Grøn­­­landi vildi sett iva um fram­­tíð­­ar­­før­­l­­eikan hjá Grøn­landi at skipa ríki, og ein røð av meira jarð­bundn­um, ítøkiligum brot­um fyri borgaran høvdu kom­ið fram: íblanding í veið­iøki, dálking, íblanding í fría ferðslu og grønlendska fel­ags ognarrættin til jørðina. Fleiri løg­frøðingar halda, at lata fullveldi frá sær til herstøðir í Grønlandi vildi verið í stríð við nú­tíðar altjóðarætt.

 

Danska stjórnin fer uttan iva at stuðla grønlendsku støð­uni. Í ljósinum av greiðu av­­vís­ing­u­num hjá Mette Fred­e­r­ik­sen ­av Donald Trump og á­heit­an­ini til al­tjóða sam­fel­agið, so tykist tað at geva full­veldið frá sær at vera eitt óskiljandi knæfall og miseydnað.

##med5##

 

Sálarfrøðin hjá Trump

 

Tørvurin hjá USA á styrkt­um hern­að­ar­lig­um støðum í Grøn­landi móti russ­isk­um og kinesiskum ra­kett­á­lop­um er til at skilja. Men Don­ald Trump og starvs­fólk hans­ara hava ikki megn­að at gjørt greitt, hví fult ella part­­víst full­veldi yv­ir Grøn­landi hevði verið neyðugt fyri at nøkta hendan tørvin.

 

USA hevur í roynd og veru hern­­a­ð­ar­ligt full­veldi í Grøn­landi. Samstarvið við Dan­mark og Grønland um her­støð­ina Pitu­f­fik, fyrr­ver­andi Thule Air Base, sum er ein mið­depil í amerikonsku ra­kett­­verjuni, hevur virkað til nøgd­­semi hjá USA síðani 1950-ár­i­ni. Lokalfólkið varð tvings­­ils­flutt undir dansk­ari leiðslu í 1953, men sam­starv­­ið millum USA og Nuuk sein­astu ára­tíggj­uni hev­ur við sær, at hern­að­ar­lig á­tøk á støð­ini verða framd uttan nevn­­i­verdar trupulleikar við nærm­­astu bygd­ir­nar.

 

Formliga er støðin donsk-amerikonsk, Danne­brog flagg­ar lið um lið við Stars & Stri­p­es, men í ger­and­is­deg­num er danski verjustuðulin ein offiserur, júst sum Penta­gon held­ur vera neyð­ugt.

 

Undir áðurnevnda kjak­i­n­um í Uttanríkisráðnum førdu at­finn­arar fram, at krav­ið um full­­veldi – heilt ella part­víst – bert er eitt úttrykk fyri pri­vata trá­an hjá Donald Trump at eiga heldur enn at leiga ella gera samgongur við onn­ur lond – ein tørvur, sum for­set­in sjálvur hevur lýst sum "sálar­ligan".

##med6##

 

Kýpros-modellið

 

USA hevur ikki øki við full­veldi aðra­staðni í heim­i­num. Tað nærmasta er Guan­ta­n­a­mo-støðin á Kuba, sum USA ein­ans um­situr við støði í ein­um óuppsigiligum leigu­sátt­mála, men fullveldið er fram­vegis kubanskt. Í trim­um oyggjaríkjum í Kyrra­havi­num hevur USA støð­ir og um­fat­andi eft­ir­lit við verju- og trygd­ar­pol­i­tikk­i­num hjá statunum, men teir trígg­ir statirnir hava fult full­veldi yvir sínum økjum.

 

Hugskotið um øki við full­veldi í Grøn­landi er hin­veg­in grund­að á tey bæði full­veld­­i­s­­søkini við herstøðum hjá Bret­­landi á Kýpros, Akr­otiri og Dhekelia, sum hava týdning fyri bretskt virk­semi í Mið­eystri. Kýpros var bretskt hjá­land til 1960, og við skift­i­num til sjálvstýri í 1960 varð­veitti Bretland full­veldi yvir teimum báð­um økj­unum, sum til­sam­ans fevna um umleið 250 fer­kilo­metr­ar. Her er bretsk lóg gald­andi, hóast fleiri kyp­r­i­otar framvegis búgva har. Bæði økini liggja í Miðj­ara­­havinum og verða dag­liga um­sitin av bretsku verj­uni. Bretland rind­aði leigu fyri økini í fimm ár eft­ir rík­is­fel­ags­skap­in hjá Kýpros, men ikki síðani.

 

Í Grønlandi fer USA fyrst og fremst at hava eyg­að á Pitu­ffik Space Base, sum við sín­um umleið 600 fer­kilo­metr­­um er dupult so stór sum Eyst­ur­oy, men onnur øki kunnu eisini metast at hava strat­­eg­iskan týdning, til døm­is fyri visjónina hjá Don­­ald Trump um Golden Dome; ein rakettverja móti kjarn­orku­rak­ettum, serliga úr Russ­landi og Kina.

 

Ein nýggj avtala, sum bein­leið­is gevur Donald Trump møg­u­leika at seta partar av sín­um Golden Dome upp á her­støð­um við fullveldi fer heilt sikkurt at gleða for­set­an – ser­liga um avtalan eisini merk­ir, at Grønland er um­fat­að av sonevnda NORAD-sam­starv­i­num millum USA og Kan­a­da um verju í Arktis.

 

Mette Frederiksen, for­sæt­is­ráðfrú, hev­ur giv­ið boð um, at Dan­mark hygg­ur at kupla­verk­­ætl­anini við opn­um sinni, og Trump, sum longu hev­ur biðið Kanada um at rinda fyri sín part av kupl­i­num, fer heilt sikkurt at meta tað vera meira enn rættvíst, at Dan­mark og Grønland eis­ini stuðla bæði við peningi og av­hend­að­um fullveldi.

 

 

 

 

 

 

 

Amerikanski varforsetin ætlaði sær á vitjan í Nuuk í Grønlandi í fjør. Men eftir nógv mótmæli endaði tað við, at hann vitjaði á amerikonsku herstøðini Pitu­f­fik, fyrr­ver­andi Thule Air Base Mynd: Jim Watson/AFP/Ritzau Scanpix

Mynd: Jim Watson/AFP/Ritzau Scanpix

Herstøðin Pitu­f­fik í Grønlandi, sum fyrr nevndist Thule Air Base. Síðani 1951 hevur USA havt at kalla fría atgongd til herstøðir í Grønlandi. Í roynd og veru hevur USA tí hernaðarligt fullveldi í Grønlandi Mynd: Jim Watson/AFP/Ritzau Scanpix

Tað er kanska eftir bretskari fyrimynd, at USA nú vil hava fullveldi yvir økjum til herstøðir í Grønlandi. Tí Bretland hevur fullveldi yvir teimum báðum herstøðunum á Kýpros, Akr­otiri og Dhekelia, sum hava týdning fyri bretskt virk­semi í Mið­eystri

Tað er kanska eftir bretskari fyrimynd, at USA nú vil hava fullveldi yvir økjum til herstøðir í Grønlandi. Tí Bretland hevur fullveldi yvir teimum báðum herstøðunum á Kýpros, Akr­otiri og Dhekelia, sum hava týdning fyri bretskt virk­semi í Mið­eystri