Vil brúka AI til at loysa Palme morðið

Í dag eru 40 ár síðani, at svenski forsætisráðharrin, Olof Palme varð skotin. Hvør drap svenska forsætisráðharran Olof Palme?

28. februar er ársdagurin tá svenski forsætisráðharrin, Olof Palme, varð dripin í miðbýnum í Stokkhólmi í 1986. Morðið er ongantíð loyst, men nú royna svenskir áhugadetektivar at leita eftir nýggjum ábendingum við vitlíki. (Savnsmynd). - Mynd: Mogens Ladegaaard/Ritzau Scanpix

Tann spurningurin er ósvaraður 40 ár eftir morðið, men nú venda áhugadetektivar sær til vitlíki (AI) í vón um at finna nýggjar ábendingar.

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Í dag eru 40 ár liðin síðani Olof Palme varð dripin. Hann varð skotin í miðbýnum í Stokkhólmi seint um kvøldið 28. februar 1986, á veg heim úr biografinum.

Toymið handan svenska podcastið "Spår" er farið undir at kanna teoriir um morðið við at brúka eitt serligt AI-modell, sum svenskar og belgiskar KT-fyritøkur hava ment.

Higartil hava tey ikki funnið nakað avgerandi. Men vónin er at sannføra myndugleikarnar um at lata eina kanning upp aftur, sum varð stongd í 2020.

##med2##

/Ritzau/