Í Hornabø í Havn liggur ein serstakur skúli

Finn tína tína egnu leið í einum hyper margfeldum heimi!

Lestrarblaðið – í Sosialinum nr. 6, 13. februar 2026:

 

Í Hornabø í Havn liggur ein serstakur skúli, ið hevur myndað føroyska samfelagið á ein heilt serligan hátt.

 

Føroya Fólkaháskúli er ein miðstaður fyri skapandi virksemi, og her kanst tú royna flestallar listagreinar- og handverk.

 

Bæði list og handverk eru ein stórur partur av okkara samleika, og her hava vit alskyns hentleikar, so sum myndlistaverkstovu, tónleika- og upptøkuhøli, leirverkstað, glasverkstað, smíðstovu, myrkakamar at framkalla myndir,

og bókasavn.

 

Í gomlu fimleikahøllini á skúlanum gera vit millum annað morgunyoga, og um kvøldarnar hála vit sofurnar fram og hyggja at stórfilmi á stórskermi, ella vit skipa fyri feitum konsertum og tiltøkum.

 

Á Háskúlanum arbeiða vit eisini tvørfakligt, har vit kanna hvussu listaligt arbeiði kann knýtast saman við øðrum fakøkjum sum eitt nú vísind, mentan, frásagnarkynstri, máli og mytologi.

 

Við dygdargóðari undirvísing ynskja vit at stimbra forvitni og sjálvstøðugt arbeiði hjá einstaka næminginum. Her hevur tú møguleika at seta tíni egnu hugskot í verk, tað verið seg ein framsýning, upptøka, tónleikur, tekstur, framførsla, og hugskot til verkætlanir.

 

Á Føroya Fólkaháskúla lata vit sansirnar upp, og uppliva hvussu alt tað stórbæra og tað evarska lítla eru samansjóðaði í síni heild. Her er tíð og rúm til bæði hugsavnan, at kjakast, og at menna teg í hesum

hyper margfelda heimi, sum vit liva í!

 

Skriva til [email protected], um tú hevur hug at koma á vitjan, og síggja hvussu okkara gerandisdagur sær út.

 

Lestrarblaðið kann eisini lesast við at trýsta her

 

##med2##