Tann 12. august 2008 varð farið úr Vágum via Reykjavík til Narsarsuak. Vit vóru tríggir mans: Magnus Fuglø, Jógvan Háskor og Jóhan Nilssen. Vit yvirnáttaðu har. Næsta dag flugu vit við helikoptara til Nanortalik har vit skuldu halda til.
Turistleiðarin tók ímóti okkum og koyrdi okkum til vallaraheimið Tubilak, har vit skuldu búgva. Vit vóru sama túrin fyri tveimum árum síðani. Tann túrurin var alt ov stuttur, 8 dagar, vit komu ikki meira enn helvtina av tí vit ætlaðu okkum.
Henda túrin høvdu vit 14 dagar. Vit skrivaðu ein lista, hvat vit ætlaðu okkum. Næsta dagin sendi ferðaleiðarin, Jeppesen, boð eftir okkum, hvussu vit ætlaðu okkum at gera túrin.
Fyrst vildu vit gera ein rundtúr í býnum við ferðaleiðara, sum skuldi vísa okkum serverdigheitirnar í býnum. Vit byrja uttan fyri kommunuskrivstovuna, hesin bygningur var heilt nýggjur og uttan fyri bygningin stóð ein standmynd, tað líktist eini klumputari hvalrossatonn. Eg spurdi ferðaleiðaran - ein ung kvinna - hvat hetta var fyri nakað. Hon visti ikki, hvat tað var, men fólkið í býnum dámdu tað einki, tað bleiv kalla fyri Tidens tand. Eg spurdi hana um kommunusamanlegging, hon segði soleiðis, at arbeiði við samanleggingini hevði gingið gott, so 1.1.09 bleiv alt Suðurgrønland ein kommuna, og tá alt arbeiðið varð liðugt, blivu tað einar 7-8 kommunur í øllum Grønlandi. Rundtúrurin endaði við, at vit fóru inn í kirkjuna og hugdu okkum um.
Á veg heim komu vit framvið eini íbúð, har eitt føroyskt flagg hekk, ein ung ljóshærd genta sat og sólaði sær. Vit gingu yvir til hana og spurdu hana um hon var føroysk, jú, tað var hon. Hon hevði verið har í býnum síðan síðst í mai, hon var barnagenta hjá einum føroyskum løgregluparið, sum arbeiddi har.
Vildu giftast á ísflaka
Á vallarheiminum, har vit búðu, vóru fleiri útlendsk fólk, sum vóru turistar har, eitt amerikanskt par, eitt danskt par og eitt skotskt par. Øll hesi vóru pensionistar. Onkrar stuttligar løtur vóru eisini, eitt ungt par var komið har, tey vóru úr Amerika, tey skuldu giftast hendan dagin. Tey skuldu giftast á einum ísstykki, sum lá í innsiglingini til fiskaríhavnina. Presturin og parið og nøkur onnur fólk vóru komin í bátin, so var farið avstað. Tá tey komu út til ísstykki, segði presturin bums nei, hann fór ikki uppá ísstykki, men gift blivu tey, við ísstykkinum sum bakgrund.
Dagin eftir bað ferðaleiðarin okkum koma oman á skrivstovuna at tosa við seg, um tað var nakað fyri okkum, at fara til tær heitu keldurnar, sum vóru nakað norðan fyri Nanortalik, so skuldu vit eisini til eina bygd, sum at Sydprøven, har kirkjan var brend í grund seinastu nýggjársnátt. Túrurin skuldi vera einar 8 tímar.
Sunnumorgun kl. 10 fóru vit avstað, vit vóru 10 fólk. Hetta var ein skjóttgangandi bátur, eini 35 míl, ein væl útgjørdur turistbátur, 38 føtur langur. Vit komu fyrst til bygdina Sydprøven. Vit gingu í bygdini og hugdu og fotograferaðu. Tá kirkjan brendi um náttina, var tað kalt, 18-20 minusgradir, so alt vatnið var fryst. Tað skal sigast, at seinasti vetur var óvanliga kaldur, so var farið inn í fjørðin til tær heitu keldurnar.
Vit komu til eina lítla vík, har eitt lítið brúgvaskapilsi var, har frá gingu vit einir 6 minuttir niðan til hylin, har stóðu eisini tvey hús at skifta í, annað til kvinnurnar og hitt til mannfólkið. Hylurin var gjørdur av mannahond, hann var 15x15 metur stórur, ein metur djúpur við sandbotni, tað var 36-38 hitastig, so tað var hugnaligt at baða sær har. Síðan var farið í bátin aftur og kósin sett heim.
Dagin eftir fóru vit á skrivstovuna hjá ferðaleiðaranum at tosa um bátin, sum vit skuldu leiga suður á Hvarvið. Jú, vit kundu fáa hann hósdagin, hann kostaði 12.000 kr. fyri dagin. Vit hildu at tað var dýrt, men tóku av. Hetta var ein túrur, sum kom at taka einar 10-12 tímar. Tað amerikanska parið og tað danska parið høvdu frætt um túrin og vildu sleppa við, tað var gaman í.
Tíðliga hósmorgunin varð farið avstað, veðrið var av tí besta, vit skuldu fyrst til eina lítla bygd, - Fredriksdal, sum var tann sunnasta bygdin í Suðurgrønlandi, har skuldu vit hava eitt ferðafólk við. Tað vísti seg at vera ein ung føroysk genta. Eg spurdi hana, hvat hon gjørdi her, hon segði, at hon vitjaði pápa sín, sum at Jaspur Midjord, tey vóru úr Vági og høvdu hoyrt um hendan áhugaverda túrin, so hon hevði teknað seg til. Í forhold til tann fyrra túrin, sum bleiv gjørdur fyri tveimum árum síðan, tá vit fóru eystur gjøgnum sundið og tóku havnirnar vestur yvir, fóru vit fyrst í Kapphavnina og tóku túrin eystur yvir og so vestur yvir, gjøgnum sundið.
Vit komu so í Kapphavnina, tað var stilli og bakandi sól. Tað bleiv farið í land har, sum føroyingarnir høvdu húsast fyri góðum 45 árum síðan, har var alt samanfallið av tíðarinnar tonn, tað blivu tiknar nógvar myndir. Moyggjabitarnir vóru ein stór plága har.
Vit fóru so yvir á Kirkjugarðsnesi og so síðan eystur gjøgnum Ikakfjørðin, eystur til bergið, sum vit kallaðu tað, tað var eysturarmurin av Vatnfjørðinum. Har tóku vit myndir. Síðan var farið inn í Vatnhavnina har, sum nøvnini av ymiskum skipum vóru málað á klettarnar.
Síðan bleiv lagt stilt, og vit fóru at fáa okkum ein bita. Eftir tað bleiv farið yvir til Grýluvíkina, har sigldu vit runt og tóku myndir, síðan bleiv farið yvir til hylin. Vit høvdu toskatráður við, so vit løgdu stilt við Grønanes, at prøva um nakað livandi var at fáa. Nei, vit føldu hann ikki. Grønanes var tað nesið, sum lá beint uttan fyri hylin: Komnir yvir í hylin var farið í land, fyri at taka myndir og fyri at síggja hvussu hylurin var háttaður, so var farið innanskers til veðurstøðina Prins Kristian.
Skálvíkingur á veðurstøðini
Tað tók okkum ein hálvan tíma at stima norður til veðurstøðina, har var ein lítil pirur at liggja við, veðrið var gott, so báturin lá væl. Vit fóru so í land, so var tað tann langa bratta trappan, vit skuldu upp ígjøgnum, húsini stóðu uppi á einum ryggi, eg taldi trinini, tað vóru 288 trin. Komin næstan niðan á slætt, kom ein maður oman ímóti okkum. Eg kendi hann beinanvegin aftur frá seinasta túri, tað var ein skálvíkingur, sum eitur Trúgvi Karlson. Hann hevði búð í Nanortalik í 35 ár og hevði familju har, hann var ógvuliga blíður. Vit fóru inn í kantinina og fingu ein góðan kaffimunn, so bleiv prátað og fortalt. Eg spurdi hann, um tað var langt síðan, hann hevði verið í Føroyum, hann svaraði, at hann ikki hevði verið í Føroyum í 35 ár. Tá vit vóru liðug at drekka kaffi, fóru vit út at taka myndir, útsýnið var ógvuliga gott. Har arbeiddu 5 fólk. Tá eg var har í 1960 arbeiddu 45 fólk har, nú er alt blivið automatiserað, alt gongur fyri seg har norði í Grønnedalen. Vit steðgaðu í hálvanannan tíma har, so fóru vit vestur í gjøgnum Prins Kristiansund. Málið var bygdin Apiladog, har 160 fólk búgva.
Tá vit komu inn ímóti bygdini, sóu vit nógvar smábátar, sum fiskaðu. Har var nógvur fuglur, og teir fingu væl av fiski. Vit høvdu toskatráðurnar við, so vit prøvaðu eisini. Jú, nú bar til, vit fingu eisini væl. So var farið inn í bygdina, vit fóru í land at taka myndir og hyggja okkum um. Sum altíð var farið inn í kirkjuna at hyggja. Hon var ikki stór, men ógvuliga hugnalig. So var farið avstað aftur, nu var kósin sett til Fredriksdal, har vit settu gentuna av, síðan beinleiðis til Nanortalik.
Vit tóku so saman um túrin, og allir vóru á einum máli, um at hetta var ein fantastiskur túrur við síni náttúru og vakurleika. Alt lá órørt har. Hetta var fríggjadagur, og tá ið vit vóru lidnir við túrin í Nanortalik, hevði tað verið eitt gott hugskot at farið norður til Julianehåb, at halda vikuskifti. Tað var jú áleiðis norður til Narsarsuak, har vit skuldu flúgva heim. Vit bóðu ferðaleiðaran um at skaffa okkum billettir við tyrluni - og eina íbúð. Tað skuldu hann nokk klára.
Hoyrdi at vit vóru føroyingar
Vit fóru kl. 9.00, beinleiðis til Julianehåb, tað tók 25 minuttir at flúgva. Ein maður tók ímóti okkum og koyrdi okkum til íbúðina. Um døgurðatíð fóru vit inn á Sjómansheimið at fáa okkum døgurða. Tá kom ein føroysk dama har, hon hoyrdi at vit vóru føroyingar. Hon var leiðari av sjómansheiminum og bjóðaði sær at koyra okkum runt í býnum og vísa okkum tað, sum var vert at síggja. Hon segði, at hon var úr Tórshavn, pápi hennara var ein pensioneraður postmaður, eg haldi at hann æt Sámal Clementsen. Vit takkaðu fyri túrin og fóru oman á kajina. Eg kenni ein føroying, sum siglir sum trolaraskipari har og spurdi ein grønlending um hann kendi ein føroying, sum førdi ein trolara har. Jú, hann peikaði á trolaran, sum lá har. Vit fóru so yvir til hann. Har bleiv eitt øgiligt reyp, men sannheit skal tað vera, teir fingu nógvan fisk. Hann segði, at teir sigldu seks tímar frá býnum, so bleiv kastað. Teir lógu fyri tað mesta stillir og reinsaðu.
Vit fóru so víðari. Har búðu eini 3.500 fólk í býnum, eisini vóru nógvir nógvir gestir komnir til býin vegna tað at grønlendska fótbóltsmeistaraskapið bleiv spælt hetta vikuskifti. Tað lokala sjónvarpið sendi allar dystirnar. Leygardagin blivu teir innleiðandi dystirnir spældir, og sunnudagin blivu semifinalurnar spældar, og mánakvøldið bleiv finalan spæld. Sunnumorgun fóru vit í kirkju, tað var ein nýggj nýmótans kirkja, ein flottur bygningur. Síðan var farið at vitja tey ymisku søvnini.
Mánadagurin var síðsti dagurin í býnum, vit keyptu ymiskar lutir av Grønlandi til minnis um túrin.
Týsmorgunin kl. 8.00 bleiv flogið norð til Narsarsuak, har vit skuldu flúgva heim kl. 15.10 via Reykjavík. Vit komu í Vágar kl. 22.30. Ein minniligur túrur var at enda komin.