Nú eru útlit til, at vit loksins fáa eina loysn á trætuni um rættin hjá fólki at ferðast í náttúruni.
Spurningurin um rættin hjá fólki at ganga úti í náttúruni, hevur verið eitt hart hoyggj at draga. Síðani ferðavinnan av álvara fór at taka seg upp fyri nøkrum árum síðani, eru tað summi støð í landinum, sum eru so yvirfloymd av ferðafólki, at tað hevur verið ein plága hjá teimum, sum búgva har, og hjá teimum bóndum, sum hava jørð har. Samstundis hava tað verið ferðamiðir, bæði í Føroyum og uttanlands, sum tjena pengar upp á selja ferðafólki ferðir í føroysku náttúruni, uttan at hvørki bøndur, ella bygdafólk fáa ein part av inntøkunum.
Tað hevur elvt til stríð og ósemjur ímillum ferðafólk øðrumegin, og bygdarfólk og bøndur hinumegin, og tískil hava allir partar strongt á í fleiri ár, at fáa eina skipað viðurskifti á økinum. Tað hevur gingið strilti, tí áhugamálini eru so ymisk. Men Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í búnaðarmálum, hevur kallað partarnar saman til fundar at viðgera málið.
Landsstýrismaðurin sigur, at so leingi partarnir samráðast, gera hann ikki við málið, tí hann heldur, at tað hevur stóran týdning at ein semja verður funnin, sum øll kunnu góðtaka.
Hvørki Símun Gullaksen, sum umboðar Jarðir, ella Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, vilja siga nakað um samráðingarnar, fyrrenn ein avgerð er fallin.
Men tá ið Løgtingið viðgjørdi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, upplýsti Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og floksfelagi hjá landsstýrismanninum, at hann hevur skilt, at ein partur av semjuni verður, at ferðafólk, sum koma til Føroya, skulu rinda eitt serligt avgjald fyri at koma til Føroya. Peningurin, sum kemur inn, skal so býtast ímillum teir ymsu bøndurnir eftir einum ávísum lykli.
Samstundis skulu øll, sum fara í haga, skráseta seg tá ið tey fara, og tá ið tey koma aftur. Endamálið við hesi fráboðanarskipanini er, at tey altíð skulu vita, hvør er í haganum, eitt nú av trygdarávum. Arbeitt verður við, at skrásetingin kann fara fram á eini app.
Men Johan Dahl sigur, at tað er eisini ein trygd fyri, at føroyingar skulu hava rætt til at fara í hagan, uttan at rinda nakað fyri tað. Men tað skilst á bóndum, vit hava tosað við, at teir vilja tilskila sær rætt til at nokta fólki at fara í hagan ávísar dagar, tá ið arbeitt verður í haganum, ella skjóta harur. Og bóndin skal eisini tilskila sær rætt til at nokta fólki at fara á ávís støð yvirhøvur. Summir bøndir leggja dent á, at fólk, sum fara í hagan, skulu halda seg til bygdagøturnar og ferðafólk skulu gjalda fyri at fara í hagan.
Og partarnir, sum samráðast um hesi viðurskifti, eru Visit Faroe Islands og Jarðir, sum er eitt felag hjá óðalsbóndum og festibóndum og ímillum sín hava tey so Vinnumálaráðið.
Tað er fallið hagafelagnum fyri bróstið, tí tey halda avgjørt, at tey eisini eru partur í málinum. Hagafelagið er áhugafelag hjá fólki, sum dáma at ganga í náttúruni og sum virkar fyri rættinum hjá fólki at ganga í haganum. Men frá bóndum hava vit fingið at vita, at teir viðurkenna ikki Hagafelagið, sum ein part í málinum tí hetta er eitt mál ímillum ferðavinnuna og bøndurnir burturav.
Helgi Abrahamsen sigur, at so leingi partarnir samráðast, gera hann ikki við málið, tí hann heldur, at tað hevur stóran týdning at ein semja verður funnin, sum øll kunnu góðtaka. Endamálið er at hava eina semju til ferðavinnan tekur seg upp næsta ár.