Tað er ikki óvanligt, at bilførarar verða skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring. Meira óvanligt er, at ferðafólk í bili verða skuldsett fyri rúsdrekkakoyring, men tað var júst tað, ið hendi, tá eitt bilóhapp var í einum tunli í gjár.
Tað var klokkan 06.40 í gjáramorgun, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein bilur hevði rent á inni í einum tunli norðanfyri.
Orsøkin til óhappið var, at síðumaðurin, ið var ávirkaður av rúsdrekka, hevði tikið í róðrið hjá bilføraranum, ið síðani valdi at hála í hondbremsuna, soleiðis at bilurin tók í tunnilsveggin.
Løgreglan hevur valt at skuldseta síðumannin fyri rúsdrekkakoyring, av tí at hann tók í róðrið á bilinum. Viðkomandi kann harvið missa koyrikortið.