Fyri løtu síðani fekk løgreglan fráboðan um, at eitt lítið ferðsluóhapp hevði verið í Kollafjarðartunlinum.
- Talan er um eitt ferðsluóhapp. Ein bilur hevur rent inn í síðuna, men tað hevur ikki so nógv uppá seg. Brandbilar og løgreglubilar eru á veg á staðið, og tunnilin verður sostatt stongdur eina løtu, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.