Ferrari hjá Schumacher á Fiskivinnustevnuni

Vinnarabilurin í 2003 hjá rasarakoyraranum Michael Schumacher var við á básinum hjá Føroya Shell á fiskivinnustevnuni "Nort Atlantic Fish Fair" á Hjalla.

Talan er um ein Ferrari F 2003GA. GA stendur fyri Gianni Agnelli, navnið á Fiat stjórianum sum doyði í januar mánað 2003. Fiat-konsernin eigur Ferrari bilverksmiðjuna og áttu t.d. eisini fólbóltsfelagið Juventus.

Bilurin eigur at hava ein 3.0 litur V10 motor við 850 hk / 7 gir. Men eingin motorur er í framsýningarbilinum á Hjalla.

Tá bilurin er koyriklárur við brennievni og bilførara, vigar hann einans 600 kg.
Bilurin er 4 54,5 cm langur, 179,6 cm breiður, og 0,959 høgur.

Á framsýningini var eisini ein Ferrari-spæliautomat, brennievnistøð og eitt eykahjól til bilin, so tey vitjandi kunnu royna hvussu nógv hjólið vigaði.