Kvinnukórið Suð úr Klaksvík, stjórnað av Steinvør Fonn, fer fyrst í mai mánaða at hava nakrar festligar og øðrvísi konsertir. Tær hava fyri tað mesta sungið klassiskt, sálmar, sangir, negro spirituals og nakrar sangir úr onkrum sangleikum, men teir seinastu mánaðirnar hava tær fyrireikað seg til nakrar eitt sindur villari og festligari konsertir, enn tær áður hava gjørt.
Talan er um ABBA løg, kendar gospel-sangir og nakrar kendar jazzklassikarar, sum tær fara at framføra 4. mai í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, 6. mai í KÍ-høllini í Klaksvík og 7. mai í Norðurlandahúsinum í Havn. Arnfríð Lutzen, Nikolina Rubeksen, Tóra við Keldu og Steinvør Fonn vera solistar. Fyri at geva hesum sangunum og konsertunum ordiligt lív, hevur Suð fingið eitt gott orkestur at spæla til allar sangirnar. Teir eru: Magni Husgaard á tangentum, Mikkjal Hvannastein á guitar, Høgni Klakkstein á trummum og Agnar Lamhauge á bass. Og sum eitt eyka ?pust? hava tær eisini fingið nakrar dansarar at dansa til nøkur av løgunum. Tær vera Unnur S. Fonn, Malan Hansen, Sunrid Mørkøre, Debora Bringsberg og møguliga nakrar afturat. Fyri at nevna nøkur av løgunum, kunnu vit nevna ?Dancing Queen?, ?Joyful, Joyful? úr Sister Act II og ?Fly Me to the Moon?.
Frásøgukvinna á konsertunum verður Ragnhild Ellingsgaard.
Tað er Føroya Banki, sum er høvuðsstuðul á hesi konsertferðini hjá Suð. Annars hava Klaksvíkar Kommuna, Mentamálaráðið, Føroya Bjór, Norðoya Sparikassi og Atlantic Airways eisini stuðlað tiltakinum.
Tey, ið ynskja at vita meir um Suð, kunnu tit fara inn á teirra heimasíðu: www.sud.hello.to