Fiat 500 við tveimum sylindarum

Eins og teir upprunaligu Fiat 500, sum komu á marknaðini í 1957, fæst tann nýggi Fiat 500 nú eisini við tveimum sylindarum.

Talan er um ein spildurnýggjan modernaðan 0,9 litra TwinAir motor við 85 hk. Hetta er ein rættiliga kvikur og lítið dálkandi motorur, sum koyrir heilt upp til 25 km/l. Bilurin koyrir frá 0-100 km/t upp á 11,0 sekund, og CO2 útlátið er einans 95 g/km. TwinAir er ein nýggj motorteknologi hjá Fiat.


Bilurin verður royndarkoyrdur í Vinnu & Bilradio á Rás2 hósdagin kl. 16.10 saman við Jens Peturi Jensen frá Nordcar.