Fyri kortum var ársins spælara tiltakið hjá UEFA. Nú hevur FIFA kunngjørt listan til sítt ársins spælara tiltak. Fleiri nøvn ganga aftur frá UEFA-tiltakinum.
Í uppskoti til ársins spælara hjá monnum eru tríggir teir somu, sum vóru í uppskoti til ársins spælara hjá UEFA. Cristiano Ronaldo, Lionel Messi og Vrigil van Dijk.
Eisini verða ársins venjarar kosnir. Heru eru allir tríggir, sum eru í uppskoti, úr Premier League. Teir eru Pep Guardiola (Manchester City), Jurgen Klopp (Liverpool) og Mauricio Pochettino (Tottenham)
Vinnararnir verða kunngjørdir 23. september. Her eru tey, sum eru í uppskoti til ársins.
FIFA ársins spælari hjá monnum:
Cristiano Ronaldo (Portugal/Juventus)
Lionel Messi (Argentina/Barcelona)
Virgil van Dijk (Hollan/Liverpool)
FIFA ársins spælari hjá kvinnum:
Lucy Bronze (England/Olympique Lyonnais)
Alex Morgan (USA/Orlando Pride)
Megan Rapinoe (USA/Reign FC)
FIFA ársins venjari hjá monnum:
Pep Guardiola (Spania/Manchester City)
Jürgen Klopp (Týskland/Liverpool)
Mauricio Pochettino (Argentina/Tottenham Hotspur)
FIFA ársins venjari hjá kvinnum:
Jill Ellis (USA)
Phil Neville (England)
Sarina Wiegman (Holland)
FIFA ársins málverji menn:
Alisson Becker (Brasil/Liverpool)
Ederson (Brasil/Manchester City)
Marc-André ter Stegen (Týskland/Barcelona)
FIFA ársins málverji kvinnur:
Christiane Endler (Kili/Paris Saint-Germain)
Hedvig Lindahl (Svøríki/Chelsea/VfL Wolfsburg)
Sari van Veenendaal (Holland/Arsenal/Atlético Madrid)
FIFA Puskás ársins mál:
Lionel Messi (ARG) Real Betis - FC Barcelona, La Liga
Juan Fernando Quintero (KOL) River Plate - Racing Club, Superliga Argentina
Dániel Zsóri (HUN) Debrecen FC - Ferencváros TC, Ungarn