Høgni K. Dávason vann bæði á Norra og Danmark við tættum 2-1 sigrum. Í semifinaluni kom Høgni aftur ímóti einum frá Norra og her bleiv Høgni akkurát ov stuttur og tapti eina sera tætta og spennandi semifinalu. Høgni endaði við einum bronsu heiðursmerki.
Jerrold kempaði tveir fantastiskar dystir og vann bæði á Danmark og Norra. Finalan var ímóti nr.1 á heimsranglistanum og tað bleiv ein trupul dystur. Jerrold tapti finaluna 2-0 og vann silvur heiðursmerki.
Stefan J. Mifsud vann fyrsta dystin sikkurt 2-0 og harvið klárur til finaluna. Stefan luttók annað árið á rað í finaluna í -45 kg Kadet, men mátti lúta fyri einum frá Svøríki. Stefan vann tíðskil silvur heiðursmerki.
Jónar K. Poulsen luttók í -41 kg Kadet. Jónar vann fyrsta dystin 2-1 og kom í semifinalu. Semifinalan bleiv ein tættur dystur, men hesaferð var mótstøðan hørð og feilir gjørdu at tað bleiv eitt 0-2 tap. Jónar vann bronsu heiðursmerki.
Boas Hansen var við aftur til sína fyrstu kapping í 1 ár. Boas byrjaði orduliga gott, men kláraði ikki at fáa ein sigur. Endaði við einum 2-0 tapi.
Prashim Khadka kom beint í semifinalu og kempaði ímóti einum frá Svøríki. Tað bleiv ein trupul dystur og endaði við einum 2-0 tapi. Prashim vann bronsu heiðursmerki.
Allir 6 íðkarnir frá Hwarang Føroyar mugu av landinum fyri at sleppa at kempa og tíðskil er hesin túrur sera læruríkur og gevur trúgv uppá fleiri heiðursmerkir í framtíðini.
Føroysku heiðursmerkini:
Høgni Kunoy Dávason vann bronsu í -74 kg Senior
Prashim Khadka vann bronsu í -54 kg Senior
Jerrold Balagasay vann silvur í -45 kg Junior
Stefan J. Mifsud vann silvur í - 48 kg Junior
Jónar Kristiansson Poulsen vann bronsu í - 41 kg Kadet










