Fimm hondbóltsdystir í dag

Dystir eru í Vági, í Klaksvík, í Kollafirði og í Havn í dag

Landskappingarnar hjá bæði monnum og kvinnum hava áhugaverdar dystir í dag.

Hjá kvinnum verður kappingarársins fyrsti dystur leiktur í Vági, har Kyndil kemur á vitjan.

Kyndilskvinnur hava í tveimum teimum fyrstu dystunum tikið ein stóran favorittleiklut á seg við greiðum sigrum, og kyndilskvinnur munnu eisini vera stórir favorittar ímóti VB í dag.

At døma eftir fyrstu vikuni, eru tað fyrst og fremst Neistin og H71, sum bjóða Kyndli av í oddinum. Neistin spælir í Havn ímóti StÍF, sum gav VÍF skarpan gang, eins og H71 vóru undir stórum trýsti í ein hálvleik mikukvøldið.

Í Klaksvík tekur stjørnan ímóti H71. Í síðstu viku misti Stjørnan misti takið á Kyndli í seinna hálvleiki og tapti greitt, meðan H71 hevði umvendu upplivingina mikukvøldið. H71 var undir trýsti á Skála, men vann trivaligan sigur í seinna hálvleiki.

SMS kvinnur:

Kl. 14.00: Neistin - StÍF, Høllin á Hálsi

Kl. 15.00: VB - Kyndil, Høllin í Vági

Kl. 15.00: Stjørnan - H71, KÍ-høllin

Støðan (hsf.fo)

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil25935244
2Neistin12616102
3H711372982
4VÍF24754-72
5VB11626-100
6StÍF25667-110
7Stjørnan11832-140

Hjá monnum skulu tríggir av stóru taparunum í miðvikuni í eldin.

Kyndil vann seinasta sunnudag ímóti Team Klaksvík, men fekk oyrini í maskinuna ímóti VÍF hóskvøldið. Í dag ætla havnamenn sær óivað stig í Kollafirði.

KÍF, ið eisini hevur verið nakað skert, er ikki komið væl frá byrjan. Sunnudagin gjørdist tað til tepran ósigur ímóti Neistanum, áðrenn sjálvsálitið fekk ein dyggan smeit á heimavølli ímóti Team Klaksvík. 

Kollfirðingar eru uppaftur skerdari í dag, tí at málverjin, Joakim Jürs fekk reytt og blátt kort í dystinum ímóti Team Klaksvík. Hann er leikbannaður í tveir dystir.

Í Havn tekur Neistin ímóti StÍF.

Fyri viku síðani kendu strandingar seg óhepnar at missa leiðsluna ímóti VÍF. Mikukvøldið var tað truplari hjá strandingum, sum yvirhøvur ikki raktu dagin ímóti H71.

Neistin byrjaði kappingarárið við sigri á KÍF, og vil ivaleyst leggja afturat ímóti StÍF.

Burn menn:

Kl. 16.00: Neistin - StÍF, Høllin á Hálsi

Kl 16.00 KÍF - Kyndil, Ítrottarhøllin í Kollafirði

Støðan (hsf.fo):

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF25644124
2H7113417172
3Team Klaksvík2454142
4Neistin1282712
5Kyndil24351-82
6KÍF24350-70
7StÍF24362-190

Frá seinastu dystunum:

Kyndil knústi VÍF (SMS)
VÍF hevndi seg í mansdystinum (Burn)
Klaksvíkingar knógvaðu KÍF í Kollafirði (Burn)
Ári og H71 sorlaðu StÍF (Burn)
H71-kvinnur vunnu málveitslu á Skála (SMS)

Burn-menn: Teir ungu avgjørdu spennandi dystir (Burn)

SMS-kvinnur: VÍF, Neistin og Kyndil komu best ígongd (SMS)

Neistin helt kollfirðingar beint aftanfyri seg (Burn)