Fimm milliardir fartelefonir fara í skrell í ár

Yvir fimm milliardir fartelefonir verða væntandi vrakaðar í hesum árinum.

Yvir fimm milliardir fartelefonir fara væntandi í skrell í ár. Um tær vóru stáplaðar oman á hvørja aðra, høvdur tær rokkið yvir 50.000 kilometrar upp. (Arkivfoto). - Foto: Kirill Kudryavtsev/Ritzau Scanpix

Tað sæst í eini nýggjari frágreiðing frá felagsskapinum WEEE Forum.

Sambært frágreiðngini eru tilsamans umleið 16 milliardir fartelefonir í heiminum. Og næstan ein triðingur áv teimum fara sambært frágreiðingini at verða tveittar burtur ella goymdar av vegnum í hesum árinum.

Tær fimm milliardir fartelefonirnar høvdu, um tær vóru stáplaðar oman á hvørja aðra, rokkið yvir 50.000 kilometrar. Tað er meira enn 100 ferðir so høgt, sum Tann Altjóða Rúmdarstøðin, ið er umleið 400 metrar uppi.

Sambært eini frágreiðing frá 2020 eru tá á hvørjum ári yvir 44 milliónir tons elektrisk tól, sum ikki verða endurnýtt.

/ritzau/AFP