Ein stórur ferðslutrupulleiki í Føroyum er seyður, sum gongur á landsvegnum.
Tað gav at býta gjárkvøldið, tá ið fimm seyðir komu fyri bilar á vegnum millum Sund og Hjalla.
Klokkan 22 var ein ung genta so óheppin at renna á tríggjar seyðir. Ein teirra doyði á staðnum.
Hálvan annnan tíma seinni komu tveir seyðir fyri ein annan bil. Annar seyðurin var avlívaður. Hin varð sæddur fara haltandi avstað, men sást ikki aftur.
Røktingarmaðurin fekk boðini, og bóndin fær endurgjald frá tryggingunum hjá bilførarunum.