Klokkan 12 verður fyrsta bríksl í 27. umfari í Betri deildini. Klokkan nakrar minuttir í fimm seinnapartin verður síðsta bríkslið. Tá fæst at vita, um tað verður KÍ, ella um tað verður B36, sum verður føroyameistari í 2019.
Hóast heimliga kappingin nú fer í vetrarfrí, so verður hildið fram við fótbóltinum á tann hátt, at landsliðið skal spæla í Noregi 15. november og í Svøríki 18. november.
U-21 landsliðið skal spæla á heimavølli 15. november. Mótstøðuliðið verður Norðurmakedonia.
Tað er greitt, at í hvussu so er fimm feløg skulu hava nýggjan venjara, tá ið hetta kappingarárið er av.
Eitt av teimum er TB, sum segði Zoran Pavlovic úr starvi eftir 24. umfar.
Eitt annað er HB. Eftir tvey ár í høvuðsstaðarfelagnum flytur Heimir Guåjónsson aftur til Íslands, har hann skal venja stóra høvuðsstaðarfelagið Valur.
Eitt annað felag, sum skal hava nýggjan venjara, er Skála. Eyðun Klakstein, sum hevur verið venjari á Skála tvey tey seinastu árini, heldur ikki fram í felagnum.
Víkingur skal eisini hava nýggjan venjara. Tað er greitt, at Sámal Erik Hentze ikki fer at halda fram í Sarpugerði. Nýggjur venjari verður Eyðun Klakstein.
27. umfar
NSÍ – ÍF: Eiler Rasmussen kl. 12.30
Skála – EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 12.00
B36 – KÍ: Alex Troleis kl. 15.00
AB – HB: Petur Reinert kl. 12.00
TB – Víkingur: Randi A. Skaalum kl. 13.00