Punktum fyri róðrarárið verður sett ídag. Tað er greitt, at Junkarin hjá kvívíkingum hevur vunnið FM í barnaróðrinum hjá dreingjum. Páll Fangi úr Klaksvík hevur vunnið FM í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum. Lómur av Argjum hevur vunnið FM í kappingini millum 6-mannafør við monnum. Miðvingur hevur vunnið FM í kappingini millum 8-mannaførini, og Klaksvíkingur hevur vunnið FM í kappingini millum 10-mannaførini.
Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn er stórfavorittur í barnakappingini millum gentur, og tað skal ganga ógvuliga illa hjá fuglfjarðargentum umborð á Erlu Kongsdóttir, um tær ikki skulu vinna FM.
Talan verður um sanna FM finalu millum 5-mannaførini við dreingjum millum Jallin hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn og Drekan hjá Havnar Róðrarfelag.
Men hóast FM spurningurin í flestu kappingum er avgjørdur ella so at siga er svaraður, so hevur tað ongan týdning fyri kappróðurin ídag. At vinna á Ólavsøku er nakað heilt serligt, og allar manningarnar, sum í dag leggja til fasta startin undir Argjahøvda, hava eina vón um, at tað við sigri skal eydnast at seta flott punktum fyri róðrarárið 2012, sum er nummar fjøruti í røðini, síðani tað í 1973 varð farið undir FM kappingar í tí líki, sum tað framvegis verður kappast.
Klokkan 13.30
Barnaróður dreingir
6 Jomfrúgvin
7 Pílur 2G
8 Fípan Fagra 1G
9 Junkarin
10 Kollur 1G
11 Sílið
Støðan
Junkarin 42
Fípan Fagra 36
Pílur 27
Kollur 21
Barnaróður gentur
5 Tambar 2G
6 Teistin 2G
7 Jomfrúgvin 1G
8 Hulda
9 Jallurin
10 Royndin Fríða
11 Svanur
12 Pílur 1G
Støðan
Jallurin 41
Hulda 36
Teistin 26
Royndin Fríða 25
Klokkan 15.00
5-mannafør dreingir
6 Royndin Fríða
7 Firvaldur 1G
8 Jallurin 1G
9 Drekin 1G
10 Havfrúgvin
11 Teistin
Støðan
Jallurin 39
Drekin 38
Havfrúgvin 26
Teistin 24
10 mannafør masters
7 Eysturoyingur 1G
8 Skálabáturin 1G
9 Havnarbáturin
10 Ormurin Langi
11 Vestmannabáturin
Støðan
Havnarbáturin 14
Skálabáturin 12
Ormurin Langi (RK) 10
Eysturoyingur 4
6-mannafør menn
6 Sølmundur
7 Jarnbardur
8 Riddarin
9 Lómur
10 Skúgvur
11 Herningur
Støðan
Lómur 42
Riddarin 35
Skúgvur 29
Herningur 12
Páll Fangi 10
5-mannafør kvinnur
7 Strípan
8 Blikur 1G
9 Havfrúgvin
10 Firvaldur 1G
Støðan
Havfrúgvin 42
Blikur 36
Firvaldur 30
Strípan 20
Falkur 12
Sílið 2
6-mannafør kvinnur
7 Rádni 2G
8 Herningur
9 Páll Fangi
10 Hvessingur
Støðan
Páll Fangi 42
Hvessingur 33
Rádni 31
Herningur 6
Riddarin 4
5-mannafør gentur
5 Royndin Fríða
6 Blikur 1G
7 Tjaldrið 1G
8 Fípan Fagra
9 Erla Kongsdóttir 1G
10 Hvassi
11 Sílið
12 Ørnin
13 Pílur
Støðan
Erla Kongsdóttir 40
Hvassi 37
Blikur 26
Sílið 20
Tjaldrið 18
Fípan Fagra 16
8-mannafør
7 Gullbrandur 1G
8 Argjabáturin
9 Miðvingur
10 Kvívíkingur
11 Nevið Reyða
Støðan
Lómur 42
Riddarin 35
Firvaldur 30
Strípan 20
Falkur 12
Sílið 2
6-mannafør masters kvinnur
7 Jarnbardur
8 Sølmundur
9 Lómur
10 Gongurólvur
Støðan
Lómur 13
Gongurólvur 10
Herningur 7
Sølmundur 6
10-mannafør
7 Nólsoyingur 1G
8 Vestmenningur
9 Klaksvíkingur
10 Suðuroyingur 1G
Støðan
Klaksvíkingur 41
Suðuroyingur 34
Vestmenningur 33
Havnarbáturin 12
Nólsoyingur 8
Vestmannabáturin 3