Coca-Cola kappingin
Tað eru nú bert tríggjar vikur, til steypafinalurnar í hondbólti standa á skránni, og enn eru átta lið eftir í bólkinum, sum kappast um tey fýra plássini í Ítróttarhøllini á Hálsi.
Hjá kvinnunum er støðan tann, at Kyndil, Stjørnan, VÍF og VB eru komin í hálvfinalurnar.
Í høllin á Hálsi verður dystur millum Kyndil og Stjørnuna, og her er einki at ivast í, at størsti favoritturin til finaluplássini skal finnast. Kyndil er í løtuni á niðasta plássinum í fremstu kvinnudeildini, og Stjørnan er á ovasta tindinum, so bara mett eftir hesum, skuldi talan verðið um ein tryggan sigur til klaksvíkskvinnurnar. Avrikini á vøllinum ígjøgnum árið hava á ongan hátt talað fyri, at Kyndil her skal skapa nakað óvæntað, og hóast tað hevur ljóðað, at Lotte Sørensen nú aftur skal spæla við besta liðnum, og at Sabina Frølund er komin aftur til landið, so má tað metast ógvuliga ivasamt, um hetta er nóg mikið til at skala Stjørnuna.
Hinvegin tykist spenningurin um kvinnudystin í Vestmanna at vera nakað væl størri. Fyri stuttum leiktu VB og VÍF eitt brak av einum dysti í Vági, har VB vann við einum máli, og tað er einki at ivast í, at VÍF ætlar at hevna hetta tapið. Ikki minst eftir at liðið nú eftir øllum at døma hevur útspælt sín leiklut í gullstríðnum eftir tapið fyri Stjørnuni. Tí er steypakappingin ivaleyst fremst í huganum hjá liðnum nú, og so er spurningurin, hvørt VB eisini á saman hátt megnar at savna alla orkuna um hendan dystin.
Brak í Vestmanna
Hjá monnunum hevur Kyndil eisini heimavøll, og her eru tað teir grønu úr Havn, sum mugu átaka sær favoritt-leiklutin. Kyndil er í løtuni oddalið í bestu mansdeildini, og bara tað í sjálvum sær talar fyri, at teir eiga at koma víðari til finaluna. Ikki minst tá hoyvíkingar samstundis eru á niðasta plássinum í deildini.
Tað skal tó havast í huga, at einastu ferð Kyndil hevur tapt dyst hetta kappingarárið var ímóti júst H71, men júst tann upplivingin eigur at vera somikið stórur lærupeningur hjá Kyndli, at teir ikki detta í somu grøvina enn einaferð. Spurningurin er tó, hvussu væl Kyndil er fyri til hálvfinalurnar. Landsliðsferðin til Rumenia var ikki blíð við føroyska landsliðið, og millum teir leikarar, sum nú dragast við skaða, teljast bæði Janus Einar Sørensen og Hans Áki Dal-Christiansen, og so er spurningurin, hvørt teir verða førir fyri at spæla, ella hvussu Kyndil fer at standa seg uttan teir báðar.
Seinasti dysturin mikukvøldið er helst samstundis tann, sum størsti spenningurin er um. StÍF og VÍF hava hesi seinnu árini havt fyri vana at tørna saman í steypakappingini, og síðani 1998 er tað bara eina ferð komið fyri, at tey ikki hava drigið hvørt annað onkra staðni á vegnum. Hesi bæði seinnu árini hevur tað verið í hálvfinaluni, at slagið teirra millum hevur staðið, og báðu ferðirnar hava tað verð strandingarnir, sum hava verið drúgvari.
Men teir so væl kendu marginalarnir hava tó verið smáir. Fyri tveimum árum síðani var bert eitt mál á muni, tá úrslitini fyri báðar hálvfinalurnar vórðu løgd saman, og í fjør stóð á jøvnum, men tá áttu strandingarnir so fyrimunin av, at teir høvdu skotið fleiri mál á útvølli.
Tí vilja vestmenningarnir vera við, at tað í ár eru teir, sum standa fyri tørni í so máta, og tað má eisini sigast, at møguleikarnir eru ikki heilt eingir. Seinast liðini hittust í landskappingini, gjørdi VÍF rættiliga bart við einum knúsandi 30-23 sigri, og so telir tað eisini við, at StÍF má vera kanska mest týðandi leikaran á liðnum fyriuttan. Sveinur Justinusen kom nevnliga aftur úr Rumenia við gipsi um hondina, og so er spurningurin, hvussu strandingarnir fara at standa seg uttan hansara hjálp.
Tað er ein spurningur, sum í fyrsta lagi verður svaraður i annaðkvøld, men søgan handan dystirnar millum liðini bæði sigur í øllum førum so mikið sum tað, at talan fer at gerast um eina framúr spennandi uppgerð í Vestmanna mikukvøldið.