Mánadagin fingu fýra mans í donsku sjóverjuni heiðurstekin handað frá leiðaranum fyri Søvernets Operative Kommando (SOK). Grundgevingin fyri at heiðra teimum fýra var, at teir við einum stórum innsatsi í einari vandamiklari støðu høvdu bjargað fimm sjómonnum norðan fyri Føroyar.
Kaptajnløjtantur Erik Schou Magnussen, yvirsergentur Kenneth Klausen, sergentur Michael Kolling Andersen og marineoverkonstabel Jan Krag vóru allir umborð á donsku sjóverjutyrluni ? Lynx S-134 ? sum undir sera truplum umstøðum tók fimm mans upp úr sjónum, tá ið Jøkulfell sakk.
? Tað eydnaðist manningini umborð á S-134 at bjarga fimm monnum úr tí kalda havinum, og tað gjørdu teir, tí teir vóru sera dugnaligir, professionellir og avgjørdir, segði admiralurin Kurt Birger Jensen, tá ið handaði teimum fýra heiðursteknið.
Bjargaðu fimm neyðstøddum
Tað var mánakvøldið 7. februar, at farmaskipið Jøkulfell, sum sigldi fyri flutningsfelagið Samskip, kom í havsneyð einar 55 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni.
Skipið sendi út eitt neyðarkall við sjálvvirkandi DSC-skipanini ? eitt sokallað mekaniskt neyðarkall ? klokkan 19.53 hetta kvøldið.
Danska vaktarskipið Vædderen og Brimil vóru stødd norðanfyri og sigldu móti vanlukkustaðnum. Eisini Tjaldrið og russiski trolarin Viktor Mironov settu kós móti uppgivnu knattstøðuni, og seinni kom eisini norski línubáturin Line Breezer á staðið.
Vædderen sendi sína Lynx-tyrlu á vanlukkustaðið, og tá ið hon kom fram, kundi tað staðfestast, hvat var hent við Jøkulfell.
Tað var ringt veður og bølamyrkt, og tað eru sera truplar og næstan vandamiklar umstøður hjá Lynx-tyrluni at arbeiða undir. Men hóast hetta eydnaðist tað donsku sjóverjutyrluni at taka fimm mans upp.
Greiddi frá bragdinum
Admiralurin Kurt Birger Jensen hevði sjálvur møguleikan at fylgja bjargingini, tí hann var staddur í Føroyum um tað mundið. Í sambandi við at hann lat heiðurstekin til manningina á Lynx-tyrluni, greiddi hann eisini frá hendingini, tá ið Lynx-tyrlan bjargaði monnunum av Jøkulfell.
? Tyrluflúgvin á opnum havi um náttina og í vánaligum veðri er sera krevjandi, og tað er enn tá vandamikið, tá ið tyrlan skal arbeiða stutt frá sjónum. Hendan bjargingin er gott dømi um tað samstarv, sum er neyðugt umborð á einari tyrlu, tá ið umstøðurnar eru so ekstremar, segði Kurt Birger Jensen.
? Maðurin, sum skuldi taka sjómenninar upp úr sjónum, arbeiddi undir sera vandamiklum umstøðum, og hann fór fleiri ferðir undir. Men hóast hetta vísti hann stórt dirvi og bjargaði fimm neyðstøddum monnum. Eisini tyrluskiparin og hinir umborð á tyrluni vístu stórt yvirblikk.
Tá ið tyrlan kom aftur til Vædderen, framdi teir enn eitt bragd, tí lendingin var vandamikil.
? Tað var sera krevjandi at skula lenda tyrluna umborð á Vædderen aftur. Vædderen mátti sigla við sjónum fyri at minka um rullið umborð, og tað merkti, at S-134 mátti lenda við nøsini peikandi aftureftir, og tað er ein sera stór avbjóðing, tá ið tað er mitt um náttina og í ringum veðri, segði admiralurin í sínari røðu.