Náttin hjá løgregluni hevur verið rættiliga friðarlig, men í gjár vóru ferðmátingar gjørdar.
Á Stangavegnum í Klaksvík, har tað í mesta lagi er loyvt at koyra 40 km um tíman, gjørdi løgreglan ferðmátingar. Har vóru fýra bilførarar skrivaðir. Teir teirra fingu klipp í koyritkortið, og tveir fáa treytaða frádøming av koyrikortini. Annar teirra hevur havt koyrikort í styttri enn trý ár, og tað merkir, at hann fær koyriforboð.
Tað soleiðis, at tá ferðin er niðursett, í hesum føri til 40 km um tíman í mun til 50, sum er tað vanliga í bygdum øki, so er treytirnar eitt sindur harðari. Tú koyrir tú meira enn 15 km um tíman ov skjótt, so fellir hamarin, og tú fært klipp í koyrikortið. Og koyrir tú meira enn 20 km um tíman ov skjótt, so verður tað treytað frádøming av koyrikortinum.
Tað vanliga er annars meira ennn 20 km um tíman fyri at fáa klipp og meira enn 30 km um tíman fyri at fáa treytaða frádøming. Tað er galdandi við vanligu ferðmørkini, 50 og 80 km um tíman.
Løgreglan gjørdi eisini ferðmátingar Kollfjarðartunlinum í gjár, har var eintikin fyri at koyra 106 og fær klipp í koyrikortið.