Øðrvísi undirvísing
At ganga í skúla nú á døgum er ikki, hvat tað hevur verið. Fyrr sótu næmingarnir mest á teirra fløtu og terpaðu tabell, sálmavers og kongarekkjuna. Men nú á døgum er alt meiri og meiri vanligt at lata undirvísing og handaligt arbeiði smelta saman til eina eind.
Eisini á Tvøroyri gera ikki sørt burturúr at royna øðrvísi leiðir í undirvísingini.
Tað seinasta tiltakið í so máta er ein ætlan, sum lærarin, Otto Leo Gram, hevur lagt til rættis saman við fyrsta A og foreldrum teirra, har tey í ár skulu arbeiða eftir árstíðini.
Og nú er vár og hetta er tann tíðin, tá ið fræðið í jørðina verður sáað.
Tískil pakkaðu tey posa og sekk í góðveðrinum leygardagin og fóru út undir Støklarnar í Froðba at seta epli niður á einum stykki, sum tey hava fingið til endamálið.
?Hetta er ikki eitt fak, sum stendur á tímatalvuni. Men hetta er eitt flokstiltak, sum er líka nógv eitt sosialt tiltak sum tað er eitt undirvísingartiltak, sigur Otto Leo Gram.
Sostatt fór allur fyrsti flokkur, saman við systkum, foreldrum og øðrum skyldfólki, til verka leygardagin við haka og spaða og seteplum.
?Fyrst var at loysa flagið og tað máttu páparnir gera, tí tað er tungt. Aftaná hjálptu mammurnar til at seta niður og so var flagið lagt omaná aftur.
? Og eftir lokið verk, høvdu foreldrini rigga til við drekkamunni úti í bønum, so at øll fingu eina kakubita og eina hugnaliga løtu aftaná.
Í heyst fara børnini so sjálvsagt aftur út til Froðbiar at taka eplini upp. Men ein eplavelta skal røkjast, so í summar fara tey eisini at gera nakrar túrar út til veltuna at vita, hvussu vorðið er, og trongir okkurt til at verða trivið í, verður tað gjørt.
Otto Leo Gram sigur, at fyri at fáa veltingina setta inn í ein samanhang, hava tey longu fingið tilsøgn um at fáa eitt ella tvey lomb, sum tey fara at fletta í heyst.
? Kjøtið skal so hongjast upp og so ætlanin er at hava eitt kvøld, har vit fáa ræst kjøt og epli frá okkum sjálvum at eta.
Í ullarroyting er eisini ætlanin at fáa fatur á ull. Og kemur grind ætla tey ikki at liggja sjóvarfallið av sær. Lærarin fær helst ikki havt tey við í grind, men hann hann ætlar avgjørt at hava tey við at býta og at skera upp.
Fáa nakað burturúr
Otto Gram ivast ikki í, at hetta er eitt slag av skúlaskapi, sum kastar nógv av sær á meiri enn ein hátt.
? At seta epli niður er ikki ein lærugrein í sær sjálvum. Men tað ber væl til at samansjóða hetta tiltakið við lærugreinina ?heimstaðarlæru?. Tað ber til at hava ein eplaslokk úr veltuni við í skúla og greiða børnunum frá, hvat tað er, sum fer blómur og urtir at grógva og, hvussu tað ber til, at tey kanska fara at fáa 8-10 fold uppaftur av tí, tey settu niður. Í heyst ber tað eisini til at samansjóða flettingina við undirvísingina í lívfrøði.
Hendan dagin í bønum tók lærarin eisini eina ørgrynnu av myndum. Nú ætlar hann at gera eina lesibók til flokkin um hendan dagin við myndum í.
? Tá ið tey so læra at lesa, v erður tað við støði í nøkrum, tey hava upplivað og tað ger tað lættari.
Men hann heldur eisini, at tiltøk sum hesi, hava stóran týdning í at styrkja samanhaldið í flokkinum og samstarvið ímillum foreldrini og skúlan. Foreldrini hava eisini stórt gagn av at hittast til óformliga samveru av og á.
?Hetta er eitt tiltak, sum foreldrini hava tikið lut í við fullum huga. Tey taka yvirhøvur sera væl undir við tí, sum skúlin skipar fyri og er okkurt á skránni, eru tey altíð til reiðar, sigur Otto Leo Gram.
? Og fyri alt tað, so duga børnini nú at seta epli niður og tað er væl heldur ikki so galið. Summi høvdu roynt tað áður, men verri enn so øll, sigur hann.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at tey skipa fyri onkrum serligum. Fyrsti flokkur á Tvøroyri hevur samstarv við fyrsta B, sum gongur í hin skúlan í Kommununi, skúlan í Trongisvági.
? Ein dagin í vetur vóru vit øll úti og skreiddu og tuskaðust í kavanum. Og í summar er eisini ætlanin at fara í viðarlundina onkran góðan dag at grilla og at spæla í ánni.
Bjóða Høgna Hoydal
Nú, vit tosa um alt hetta her, kemur Otto Leo Gram at minnast afturá, at tá ið læraraverkfallið var í fjør, kom hann einaferð í prát við Høgna Hoydal, sum tá var skúlamálaráðharri.
? Tá helt landsstýrismaðurin fyri, at skúlin var ikki nógv broyttur hesi seinastu hundrað árini, tí børnini sótu enn fyri tað mesta inni og terpaðu.
? Eg má viðganga, at eg bleiv eitt sindur argur, tí á nógvum skúlum er tað so langt frá veruleikanum, sum tað kann vera. Tískil bjóðaði eg honum oman í Kommunuskúlan, har eg tá var lærari, at síggja, alt vit høvdu gjørt av ymsum. Hann tók ikki av....
Men Otto gram sigur, at nú ætlar hann sær at gera eina roynd afturat at vísa landsstýrismanninum, at skúlin er ikki so stirvin, sum hann hevur verið.
So hvørveit, kanska verður Høgni Hoydal boðin í ræstkjøtveitslu á Tvøroyri í heyst......
MYNDATEKSTUR - FLOKSMYND:
Hetta er fyrsti flokkur á Tvøroyri úti á Støklunum í Froðba, har tey settu epli niður leygardagin. Aftasta rað frá vinstru eru tey: Beinta Ludvig, Bára Holm, Elin Kristina Hammer, Guðrið Ludvig, Súsanna Mortensen, Kristina Olafsdóttir, Rókur Poulsen, Eirikur Mørkøre, Páll Heri Nolsøe og Sámal Eystaná.
Í miðraðnum eru tey f. v: Gunvør Joensen, Benjamin Sikivat, Arvid Olsen, Benjamin Nielsen, Kjartan Johansen og Alexander Højgaard.
Í fremsta rað sita frá vinstru: Ragnar Joensen, Arthur Poulsen, Rógvi Joensen og Hanus Tummasarson Tvey børn i flokkinum, Sára Farstad og Sirið Jóanesardóttir eru ikki við á myndini, ti tey vóru burtustødd hendan dagin