Fingu skil á verjuna í seinna hálvleiki

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr U21 landsliðsvenjaran taka samanum 31-25 sigurin ímóti Ísrael

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Kára Nielsen, U21 landsliðsvenjara aftaná Kári Nielsen hevði sæð sínar menn vunnið 31-25 (17-16) á Ísrael.

 

- Vit vistu, at tað fór at verða eitt sindur hurlumhey, staðfestir Kári Nielsen, og sipar til offensiva ísraelska verjuspælið. Kári Nielsen er glaður fyri, at føroyska verjan fekk tak á ísraelarunum, sum bara skoraðu níggju mál í seinna hálvleiki. - Vit fóru yvir til eina 5-1 verju, og tað gav okkum takið á teimum, staðfestir Kári Nielsen. 

 

Kári Nielsen ásannar, at tað hevur verið stór ábyrgd løgd á summar leikarar í hesum báðum sigrunum ímóti Sveis og Ísrael, men hann heldur, at tað hevur ikki tikið so fast, og hann hevur allar tøkar til alt avgerandi dystin ímóti Finnlandi klokkan 17 í morgin. Hilmar Jan Hansen sigur frá tí dystinum á Rás2.

 

Aftaná dystin ímóti Ísrael fóru føroysku leikararnir oman í svimjihylin í kalda pottin at restituera. Eftir hetta fara leikararnir heim at hvíla.

 

Kári Nielsen hevur upplivað hesar báðar seinastu dystirnar at verða nakað heilt serligt, og hann hevur fingið nógv góðynski, heilsanir og klemm, ikki minst aftaná sigurin ímóti Sveis ígjár.