Finnar hava fingið sjálvsáltið aftur

Finski miðvallarin hjá FC Midtjylland, Tim Sparv sigur málið verða at fáa eina góða endastøðu

Millum nøvnini, sum føroyskir fótbóltsfjepparar, sum fylgja donsku superliguni kenna, er Tim Sparv, sum er miðvallari hjá danska meistaraliðnum FC Midtjylland.

 

Tim Sparv varð valdur til ársins spælara í FC Midtjyllandi farna kappingarárið, og í 2007 varð tann nú 28 ára gamli Tim Sparv valdur til ársins finska U21 spælara. Tim Sparv hevur spælt 47 landsdystir fyri Finnland, umframt 66 landsdystir fyri ungdómslandsliðini hjá Finnlandi. Í 2003 varð hann við í finska hópinum, sum kappaðist í HM-endaspælinum fyri U17 lið, sum Finnland varð vertur fyri.

 

Í samrøða við finska kringvarpið sigur Tim Sparv, at teir á finska liðnum hava fingið sjálvsálitið aftur aftaná góða 1-0 sigurin í Grikkalandi fríggjakvøldið. - Nú fara vit at royna at fáa so nógv stig, sum møguligt. Vit eru sera væl nøgdir við sigurin í Grikkalandi, men leikliga kunnu vit standa okkum betur. Vit høvdu ov fáar álopsstøður, og vóru ov ofta fjálturstungnir, tá vit fóru í álop, staðfestir Tim Sparv yvirfyri finska kringvarpinum. 

 

Finski bakkurin, Jere Uronen vísir stóra virðing fyri Føroyum í stuttari útsøgn til finska kringvarpið: - Vit vita, at føroyingar duga at spæla fótbólt. Lata vit Føroyar hava bóltin nógv, so hava teir dystin har teir vilja hava hann, og tá kunnu føroyingar veruliga spæla væl, slær Jere Uronen fast, og leggur samstundis upp til, at finnar ætla at leggja trýst á føroyingar, fyri at okkara ikki skulu hava møguleika at koyra tað góða spælið, sum vit sóu fram til reyða kortið hjá Jóan Símuni Edmundssyni ímóti Norðurírlandi.