Heri Kragesteen, sálarfrøðingur, er millum teirra, ið hevur fylgt við, nú kjak hevur tikið seg upp um persónligt frælsi, tilmælir, frámælir og forboð, eftir at Fólkaheilsuráðið herfyri gjørdi vart við seg um almennan roykipolitik, at dagrøktarar ikki kunnu roykja heima við hús, og at bannað átti verið at selt sigarettir í Føroyum.
Skynsemi
-Tað er umráðandi at býta hetta upp. Tað snýr seg um ábyrgd fyri sær sjálvum, og ábyrgd fyri øðrum, sigur Heri Kragesteen.
-Eitt dømi eru kanska míni barnaár. Eg eri føddur í 50‘unum, og tá høvdu heim og skúli heimild at tykta børn. Hetta er dømi um, at lógir og skynsemi hanga ikki altíð saman. Tað tók eisini langa tíð at fáa hettar burtur, kanska serliga hettar við at heimini høvdu heimild, sigur Heri Kragesteen, og leggur afturat, at hetta helst hevði nakað at gera við, at víst var til hallgubók hesum viðvíkjandi.
-Skynsemi og vitan eru lyklaorð. Í mínari verð finnast ikki sannleikar við stóra “s”, men heldur holl og trygg vitan, sigur Heri Kragesteen.
Ongin dettur útí
-Hugsa vit eittnú um rúsdrekka, so plaga vit at siga, at ongin broytur atburð, fyrr enn hann sjálvur vil broyta atburð. Ella ein kann siga, at ongin dettur útí, men loypur útí, sigur sálrfrøðingurin Heri Kragesteen.
-Onkur segði einaferð nakað soleiðis, at tað hevur tydning at ráða yvir egnum lívi, uttan at seta onnur í váða. Tað er altíð umráðandi, at virðing fylgir við, at ein kann samráða seg fram til okkurt betri, enn tað sum var frammanundan. Tað snýr seg um basis-demokrati, sigur Heri Kragesteen.
-Viðvíkjandi aktuella kjakinum, so er at siga, at ikki er víst, at forboð er tað besta. Tað vísir seg, at er forboð, men tørvurin framvegis er har, so finna fólk nokk sjálvi útav tí, sigur Heri Kragesteen.
-Í 60‘unum og 70‘unum høvdu vit kassamentanina, tá tað snýr seg um rúsdrekka. Hetta er broytt, fólk duga sær hógv, og hetta er komið við liberaliseringini, sigur Heri Kragesteen, ið minnir á, at álit er betri enn eftirlit.
Religión og politikkur
Tað er óheppið, tá ávísir politikarar blanda átrúnað og politik. Hetta er nokkso nýtt. Í 50‘unum og 60‘unum sótu ikki guðloysingar á tingi, men sjáldan varð Várharra drigin uppí kjakið. Tað gruggar nevniliga málið, og ein kann viðhvørt hugsa, hvørt hetta er kynisk spekulatión. Í øllum førum fyllir eftirlit nógv har. Hvørjum eru teir bangnir fyri?, spurdi onkur herfyri, sigur Heri, og svarar sjálvur, at kanska eru teir bangnir fyri sær sjálvum og sínum driftum, og teir hugsa, at “onnur mugu ikki, tí so er tað eisini vandamikið fyri meg”.
Hann minnir eisini á, at fyrr var ikki loyvt í ávísum samkomum hjá ungfólki at fara í biograf. So kom sjónvarp í hvørt hús, og tað sama sást har, men nú kundu foreldrini sita teimum ungu við lið, hava eftirlit.
-Hetta er nokkso áhugavert at minnast á og hugsa um, sigur Heri Kragesteen.
Útisetar koma ikki aftur
-Mítt ættarlið vaks upp í eini barnamentan. Børnini spældu, ansaðu sær sjálvum, men tey vaksnu vóru rundanum. Vóru tryggleikin. Onkur var altíð inni, so at siga. Í dag er eftirlit, og vit mugu ansa eftir, at vit ikki taka meira frá børnunum, sigur Heri Kragesteen, sum tó fegnast um ungdómin, sum klárar seg væl.
-Tey ungu duga væl á ymsum pallum, og tey eru skilagíð og duga at stýra sær, sigur Heri Kragesteen.
-Eitt hugtak sigur, at okkurt er ósamtíðugt. Ymisk tíðarrák eru, men eg havi t.d. ongan politikara á tingi, sum eg havi valt. Tingið er ikki heilt víst ein spegilsmynd av samfelagsins fjølbroytni. Útisetarnir koma ikki heimaftur, tí her er ov smalt og politikarar umsita ikki okkara fjølbroytni, sigur Heri Kragesteen.
-At samkynt nú hava tað rúmsáttari er dømi um, at onki hendir, fyrr en tey, ið hava áneyðina, gera vart við seg, metir Heri, ið minnir á, at børn mugu møtast við virðing í skúlanum, tí tað er har demokrati verður gróðursett.
Orðaskiftið viknað
-Hugsa vit um orðaskiftið í bløðunum, so undrar tað meg, at so fá við miðal- ella hægri útbúgvingum leggja seg út í kjakið. Eg skrivi sjálvur nógv minni nú, enn fyrr. Eg troysti mær ikki, sigur Heri Kragesteen, sum minnist á blaðkjak fyri 20 árum síðani, har eina kundi fáa mangt omanyvir seg.
-Fólk hava kanska ikki so nógvar meiningar longur, sigur Heri Kragesteen.
-At kjakast hevur alstóran týdning, og opið kjak er neyðugt. Rætturin at vera ósamdur er ómissandi, sigur Heri Kragesteen, ið heldur, at kanska ræðast vit ósemjurnar ov nógv, og at ein kann spyrja í samband við uppaling, hvussu nógv kjak fyllir heima við hús, á stovnum og í skúlunum.
-Føroyskur ungdómur hevur verið tungur fyri málinum, men her er vend við at koma í, og vit hava ein fantastiskan ungdóm. Tónleikurin er gott dømi um margfeldni í samfelagnum, men tað løgna er, at landspolitikarar vilja ikki fjálga um hetta. Men eldsálirnar dríva á, men tær brenna út,og kanska ger hetta, at broddurin verður tikin burtur, sigur Heri Kragesteen.
-Tá eg byrjaði at lesa í Keypmannahavn í 1969, var bert ein útiseti, sum las uttanfyri danska ríkið. Í dag hugsa tey ungu globalt, meðan vit hugsaðu nationalt. Vit lesandi fóru avstað við greiðari ætlan um at koma heim aftur. So er ikki í dag, og politikarar mugu fyrihalda seg til hetta, sigur Heri Kragsteen.
Kjakið um forboð og frælsi heldur fram, og Heri er greitt ímóti forboðum, men vil heldur álit og harvið rættin at ráða sær sjálvum.
-Vit mugu minnast, at tað snýr seg ikki longur um at yvirliva í Føroyum, men um at liva, sigur Heri Kragesteen.