Finnur borin av vøllinum

HB hevur síðsta korterið undan steðginum fingið betrii tak á spælinum í Sarpugerði, har tað er rættiiga fitt av fólki

Fyrri hálvleikur er liðugur í Sarpugerði í Gøtu, har Víkingur hevur vitjan av HB. Støðan er málleysur javnleikur. Fyrstu løtuna hevði heimaliðið betri tak á. Tað vísti seg at rigga væl, at Arnbjørn Svensson fluttur fram og Sølvi Vatnhamar aftur á sentrala miðvøllin saman við Geza David Turi.

HB hevur ilt við at fáa samanspælið at rigga. Dan í Soylu átti ikki sentrala leiklutin í álopsparinum, sum hann áður hevur havt. Tá ið ein lítil hálvur tími var farin, fór samanspæliå at rigga alt betur hjá HB, og so við og við gekk nógv fyri seg á hálvuni hjá heimaliðnum, uttan at tað eydnaðist at vinna upplagdar mámøguleikar.

Størdi HB møguleikin var, tá ið Hørður H. Askham mitt fyri málinum var leysur, tá ið hann royndi seg við høvdinum, eftir at Daniel Johansen við horna hevði lagt inn fyri, men bólturin fór framvið handara stólpa.

Hjá Víkingi kom tað ógvuliga illa við, at álopsspælarin og toppskjúttin í fjør, Finnur Justinussen, varð borin av vøllinum á børu. Í luftdysti datt hann skeivt niður, og tað tykist sum um, at tað er skaði í knænum, sum er orsøk til, at hann ikki fær spælt. Andreas Lava Olsen er settur á vøllin í staðin fyri Finn Justinussen.

Bólturin hevur einaferð verið í málinum. Tað var, tá ið Finnur Justinussen við høvdinum sendi bóltin framvið Teiti Matras Gestsson í HB málinum, men tað varð kolldømt fyri rangstøðu.

https://www.in.fo/myndasavn/

 

Víkingur – HB kl. 19.00

Dómari: Rúni Gaardbo

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Olaf Bárðarson, Geza David Turi, Arnbjørn Svensson, Jákup Johansen – Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen (Andreas Lava Olsen, 27.)

Á beinkinum: Sonni Højgaard, Martin Klein Joensen, Ingi Jonhardsson, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Noah Mneney, Signar á Brúnni

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – Michal Przybylski, Stefan Radosavljevic, Dan í Soylu – Hilmar Leon Jakobsen, Mikkel Dahl, Adrian Justinussen

Á beinkinum: Bjarti V. Mørk, René Shaki Joensen, Mads Boe Mikkelsen, Jákup L. Thomsen, Ási Dam, Samuel Johansen Chukwudi, Áki D. Samuelsen

Venjari: Jonas Dal Andersen