Fípan er heilt í flokki fyri seg

5-mannafør kvinnur: Tað vóru nógvar bátslongdir frá teimum úr Klaksvík og aftur til næstu bátarnar

Nógv tann mest sannførandi sigurin av øllum á ólavsøku vunnu kvinnurnar umborð á Fípuni Førgru í dag. Fípan Fagra er føroyameistari við fullum stigatali, og við róðrarlagi og sannførandi sigrum skara tær heilt framúr.

 

Fípan Fagra legði seg beinanvegin á odda, og Fípan Fagra økti stútt og støðugt um munin. Hóast tær als ongan avbjóðara høvdu og harvið ongan avbjóðara, so megnaði óføra meistaramanningin at rógva í uppvísningini framvið Molanum, har tað ikki eru so nógvir áskoðarar í dag, sum tað eitt nú vóru í fjør, tá ið veðrið var av tí fagrasta.

 

1 Fípan Fagra (KRF)05:18.05+00.007 
2 Tjaldrið (NSÍ)05:29.20+11.306 
3 Sílið (HR)05:31.07+13.045 
4 Leikalind (TIND)05:43.30+25.504 
5 Teistin (AR)05:46.00+27.903
1 Fípan Fagra (KRF)749 
2 Tjaldrið (NSÍ)742 
3 Sílið (HR)735 
4 Leikalind (TIND)726 
5 Teistin (AR)723 
6 Falkur (HVR)24

 

rsf.fo