Fípan var aftur í eyðkenda lagnum

5-mannafør dreingir 17-18 ár: Í dag eydnaðist tað dreingjunum úr Klaksvík aftur at vinna trivaligan sigur

Tað var eitt sindur av spenningi undan hesi kappingini. Tað var ikki spenningur um, hvør fór at vinna FM, tí tað var Fípan Fagra úr Klaksvík so stórur favorittur, at tað næstan ikki bar til hjá klaksvíkingum ikki at vinna FM.

 

Spenningurin snúði seg heldur um, um tað í dag fór at eydnast hjá Drekanum hjá Havnar Róðrarfelag at snýta Fípuna soleiðis, sum teir gjørdu næstsíðsta leygardag, tá ið teir gjørdu á sundalagsstevnu í Hósvík.

 

Í startspurtinum var tað beinanvegin greitt, at kappingin um sigurin í dag fór at standa millum Drekan og Fípuna Føgru, sum harvið beinanvegin so at siga tryggjaði sær FM heitið.

 

Tá ið teir báðir fremstu komu inn um Molan var Fípan Fagra undan Drekanum, og hóast Drekin royndi at bjóða av, so hildu klaksvíkingarnir høvdið kalt, og í endaspurtinum var tað als eingin ivi. Fípan Fagra vann í stórum stíli – bæði ólavsøkusigurin og FM heitið.

 

1 Fípan Fagra (KRF)04:55.27+00.007 
2 Drekin (HR)04:59.30+04.066 
3 Kollur (KÍF)05:06.16+10.785 
4 Falkur (HVR)05:09.35+14.164 
5 Blikur (AR)05:14.28+19.023
1 Fípan Fagra (KRF)748 
2 Drekin (HR)743 
3 Kollur (KÍF)735 
4 Falkur (HVR)728 
5 Blikur (AR)615

 

 

 

rsf.fo