– Hetta er eitt mál, vit vilja fremja.
Tað sigur Beinir Johannesen, løgmaður, í stórari samrøðu í Ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum.
Har ásannar løgmaður, at fleiri tøkniligar avbjóðingar skulu loysast, áðrenn skipanin kann setast í verk.
– Enn vita vit ikki júst, hvussu tað skal gerast. Men vit hyggja eftir, hvussu onnur lond gera. Bæði Danmark og Bretland arbeiða við líknandi skipanum.
Løgmaður vísir á, at nógv bendir á, at ov nógv tíð á skíggja kann hava negativa ávirkan á børn.
– Vit vilja eisini gera meira fyri at upplýsa foreldur um vandan við ov nógvari skíggjanýtslu, sigur løgmaður í samrøðuni við Sosialin.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu eisini lesa blaðið talgilt á sos.fo.











