Tað heftir einki fyri gentunum á Firvaldi í barnaróðrinum. Tær vunnu á norðoyastevnu, tær vunnu á sundalagsstevnu, og aftur í dag vunnu tær, tá ið tær kappaðust á eystanstevnu og í fínum líkindum á Skálafjørðinum.
Sigurin var sera sannførandi. Firvaldur var fleiri bátslongdir undan Ørnini úr Sandavági, sum var næstfremst í Kollafirði fyri viku síðani, og sum aftur í dag var nummar tvey.
1 Firvaldur 02.48.44
2 Ørnin 02.56.05
3 Knúkur 02.59.04
4 Ingibjørg 03.04.31
5 Tambar 03.04.31
6 Havørnin 03.09.19
7 Hulda 03.11.01
FM støðan
1 Firvaldur 21
2 Ørnin 15
3 Knúkur 13
4 Ingibjørg 12
5 Frúgvin 11