Fiskimannafelagið biður í dag Anfinn Olsen, reiðara á Framherja, um eina umbering eftir, at felagið fyrr í vikuni hevði av órøttum lagt reiðarin undir at hava ført ósannindi fram um roknskapin hjá reiðarínum.
- Í greinini um roknskapin hjá Framherja, sum vit almannakunngjørdu her á síðuni í mikudagin, varð sagt, at Anfinn Olsen, reiðari, sjálvur hevði verið frammi og greitt frá tølunum og millum annað sagt, at reiðaríið hevði goldið 35,2 milliónir krónur í skatti og avgjøldum, skrivar felagið og leggur afturat.
- Tað er tó ikki rætt, at Anfinn Olsen hevur úttalað seg til fjølmiðlarnar um hetta, og Fiskimannafelagið átti sjálvsagt at eftirkannað hetta, áðrenn greinastubbin varð lagdur út.
- Vit harmast mistakið og biðja hervið alment Anfinn Olsen um umbering fyri tað.