- Reiðarar bróta tilvitað galdandi sáttmála og forða fiskimonnum at halda frí um jólini. Tí hevur Føroya Fiskimannafelag gjørt av at stevna Føroya Reiðarafelag inn fyri Fasta Gerðarættin fyri at fáa staðfest nevndu sáttmálabrot.
Tað sigur felagið í tíðindaskrivi, sum kom fyri løtu síðan.
Lagt verður aftrat, at felagið hevur staðfest, at skipini Fram, Niels Pauli, Atlantsfarið og Topaz fóru til fiskiskap 1. jóladag, hóast tað greitt stendur í sáttmálanum, at útmynstrast skal ikki jólaaftan, 1. jóladag og 2. jóladag.
- Vit átala harðliga, at reiðarar soleiðis tilvitað bróta galdandi sáttmála og frátaka fiskimonnum sáttmálaásetta rætt teirra at vera heima hjá familjum sínum um jólini.
Føroya Fiskimannafelag heldur, at Føroya Reiðarafelag átti at sópað fyri egnum durum, áðrenn felagið byrjaði herferð móti verandi samgongu.
- Tað er einki samsvar millum at skuldseta myndugleikarnar fyri at gera seg inn á galdandi sáttmála, samstundis sum limir í reiðarafelagnum miðvíst bróta galdandi sáttmála - uttan at nakað hevur verið at hoyrt frá reiðarafelagnum yvirhøvur um hesi sáttmálabrot frá limum teirra.
Føroya Fiskimannafelag vil ikki góðtaka slík sáttmálabrot og tí er avgjørt at stevna Føroya Reiðarafelag inn fyri Fasta Gerðarrættin fyri at fáa staðfest nevndu sáttmálabrot.