Fiskimenn fara at rinda nógv hægri tilfeingisgjald

Sambært skránni til løgtingsfundin, sum byrjaði klokkan 11 í morgun, var eitt av málunum 2. viðgerð av tingmálinum, ið snýr seg um gjøld í sambandi við fiskiskap eftir makreli. Uppskotið, ið verður samtykt, kemur at merkja, at fiskimenn, sum fiska makrel í 2013, koma at rinda eitt nógv hægri tilfeingisgjald

Lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, er partur av semju, har samgongan vil hava avgjald frá fiski- og alivinnuni, sum skal geva landskassanum 120 miljónir krónur um árið í meirinntøkum.
- Vit vilja fáa somu materiellu heimild sum i? 2012 at krevja inn a?vikavist veiði- og avreiðingargjald i? sambandi við fiskiskap eftir makreli i? 2013.
Jacob Vestergaard vísir í sínum viðmerkingum á, at í galdandi lóg er heimild at krevja inn gjøld i? sambandi við fiskiskap eftir makreli i? 2012, men at hesar heimildir fella burtur hin 31. desember 2012.
- Tað, sum vit vilja, er, at heimild eisini verður at krevja inn gjøldini i? 2013, og at treytin um manningarviðurskiftini eisini verður galdandi i? 2013.

Sama gjald
Uppskotið hjá samgonguni hevur við sær, at eigarar av fiskiførum, sum fa?a loyvi at veiða makrel i? 2013, skulu rinda eitt veiðigjald fyri hvørt kilo, soleiðis at tey skip, ið veiða tær størstu nøgdirnar, gjalda størsta veiðigjaldið tilsamans.
Landsstýrismaðurin vísir á, at eftir lo?garuppskotinum fyri 2013 skulu øll før gjalda 0,75 krónur fyri hvørt veitt kilo i? rundari vekt.
- Skipanin er broytt i? mun til 2012, har gjaldið er skipað i? tveimum stigum, eitt gjald fyri kilo fyri veiði undir 3.000 tons og annað hægri gjald fyri kilo fyri veiði yvir 3.000 tons.
Jacob Vestergaard sigur, at broytingin til eitt kilogjald fyri 2013 er gjørd fyri at byrgja upp fyri, at skipaeigarar spjaða kvotur a? fleiri fiskifør við ti? endama?li at minka um samlaða avgjaldið.
- Haraftrat skal sama kilogjald eisini beina burtur vandan fyri, at skipaeigarar aftra seg við at ny?ta bestu vinnuto?lini i? fullan mun, um so er, at hetta viðførir eitt høgt samlað veiðigjald.
Landsstýrismaðurin sigur, at veiðigjaldið verður roknað fyri hvørt veiðiloyvi.

Ikki samdir
Minnilutin í vinnunevndini, sum er Aksel V. Johannesen og Páll á Reynatúgvu, taka ikki undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum, tó at flokkarnir taka undir við tilfeingisgjaldi. Umboðini fyri Javnaðarflokkin og Tjóðveldi vilja heldur hava eina langtíðarskipan, sum skal fevna um alla fiskivinnuna. Umboðini halda ikki, at fiskimenn skulu gjalda tilfeingisgjald, men tað skal reiðarin gera.
Meirilutin í vinnunevndini mælir til at samtykkja uppskotið hjá Jacobi Vestergaard og Janus Rein, uttanflokkatingmaður, er við í meirilutanum, tó at hann eisini hevur onkrar viðmerkingar um, hvussu hann heldur, at tilfeingisgjaldið kann gerast rættvísari.

Fiskimenn gjalda
Sambært tølum, sum Føroya Fiskimannafelag hevur lagt fram í málinum, metir felagið, at hvør maður á nótaskipunum sambært uppskotinum hjá landsstýrismanninum skal rinda 87.500 krónur í tilfeingisgjaldi fyri makrelveiðina næsta ár.
Men tað verða ikki bara nótaskip og fiskimenn við nótaskipum, sum koma at rinda tilfeingisgjald. Tað koma eisini teir, sum fiska makrel við eitt nú partrolarum, og hesir sleppa heldur ikki undan at gjalda.
Fiskimannafelagið hevur roknað út, at fiskimenn við partrolarum eftir uppskotinum hjá landsstýrismanninum koma at rinda einar 25.000 krónur í tilfeingisgjaldi næsta ár.
- Tilfeingisgjaldið, sum fiskimenn koma at rinda næsta ár, verður soleiðis nógv hægri enn gjaldið, sum hevur verið galdandi í ár, sigur Føroya Fiskimannafelag.