Fiskimenn mugu fáa eina betri skipan í ALS

Fiskimenn mugu sleppa úr støðuni, har teir bert gjalda inn og ikki fáa úr skipanini, sigur Føroya Fiskimannafelag

 
Fiskivinna
Føroya Fiskimannafelag hevur fleiri ferðir heitt á avvarðandi myndugleikar um at geva fiskimonnum eina betri skipan í ALS. Tað gjørdi felagið eisini, tá ið lógin um barsilsskipan var til ummælis hjá felagnum.
  Sum kunnugt, hevur sitandi samgonga boðað frá, at ALS-skipanin skal endurskoðast, og í løtuni liggur eitt uppskot í tinginum, sum ætlandi skal loysa spurningin, hvussu fiskimenn kunnu koma inn í ALS, tá ið skip liggja meira enn ætlað.
  Tað er einki dulsmál, at fiskimenn eru sera illa nøgdir við verandi skipan. Teir føla, at teir bert gjalda inn, samstundis sum allar møguligar forðingar eru fyri, at teir skulu fáa útgjald, tá ið teir hava tørv á útgjaldi.
  Hetta sigur Føroya Fiskimannafelag í ársfrágreiðing síni, sum varð løgd fram á landsfundi felagsins beint fyri nýggjár.   
  Vit hava lýst okkara sjónarmið í hesum sambandi í hvørjari ársfrágreiðing, sigur felagið.
  Vist verður til eitt sakarmál, sum Føroya Skipara-og Navigatørfelag vann. Málið snúði seg um, nær fiskimenn kunnu roknast fyri at vera arbeiðsleysir. Hetta málið hevur ALS kært til landsrættin, og dómur er ikki fallin enn.                       
  Føroya Fiskimannafelag heldur, at ALS - í staðin fyri at kæra - skuldi roynt at funnið eina rímiliga skipan, ið tekur hædd fyri viðurskiftunum hjá fiskimonnum mótvegis øðrum løntakarum.
  FF vísir til egna uppskot sítt, sum sigur, at fiskimenn skulu kunna koma undir ALS, 1) tá ið skip av eini ella aðrari orsøk liggja meira enn ein mánaða, ella 2) tá ið miðal dagatalið hjá manningini umborð hevur verið minni enn 227 seinastu 12 mánaðirnar.
  Orsøkin til talið 227 er, at hetta verður roknað sum eitt vanligt árligt arbeiðsdagatal hjá fólki á landi.
  Vit halda, at hetta uppskot er eitt gott grundarlag fyri eini rímiligari skipan fyri fiskimenn, sigur Føroya Fiskimannafelag.