Fiskimenn og reiðarar brynja seg til harðan dyst

- Tá ið samráðingar verða við reiðararnar í heyst, fara vit at krevja, at hýruprosentið verður munandi hækkað, sigur formaðurin í Fiskimannafelagið

 Fiskimenn skulu nú hava munandi meiri í inntøkum.

Tað verður eitt treytaleyst krav frá Fiskimannafelagnum, tá ið samráðingar verða aftur við reiðararnar í heyst.

Sáttmálin millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið gongur út 30. november í ár og tá ið samráðingarnar verða, fer Fiskimannafelagið at krevja munandi inntøkuhækkingar.

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at Fskimannafelagið fer at krevja, at hýran skal hækka fleiri prosent, annars verður ein nýggjur sáttmáli ikki góðtikin.

- Sjálvandi fara allir partar at gera sítt ítarsta fyri at finna eina semju, tí endar tað við at skipini verða løgd, verður tað samfelagnum til stóran skaða, sigur hann.

Kortini staðfestir hann, at vilja reiðararnir ikki góðtaka, at hýruprosentið fer munandi upp, er onki at gera, uttan at leggja skipini.

Sostatt ásannar hann eisini, at fær Fiskimannafelagið eina munagóða ábót hesuferð, er vandi fyri, at fiskiflotin verður lagdur.


Hava givið reiðarum milliardir

Formaðurin í Fiskimannafelagnum heldur seg hava góðar orsøkir til at seta hørð krøv í næstu samráðingunum við reiðararnar.

- Í nítiárunum lækkaðu hýruprosentini hjá manningunum á fleiri skipabólkum nógv.

Hann vísir á, at hýruprosentið hjá manningunum á nótabátunum er nógv lækkað og tað sama gjørdi prosentið hjá manningunum við línuskipum, tá ið svøvlalínan kom umborð.

Men hesar lækkingarnar komu ongantíð upp á hýruprosentini aftur og sostatt eru fiskimenn rættiliga nógv afturúrsigldir og hýruprosentini eru av tí sama nógv lægri, enn tey eiga at vera.

Jan Højgaard sigur, at sostatt hava fiskimenn á hendan hátt givið reiðarunum eina gávu upp á hundraðtals milliónir, kanska milliardir og tað er ikki nógv galið, at vit í veruleikanum hava goldið ein stóran part av flotanum.

- Og nú er stundin komin til at fiskimenn fáa hetta aftur, leggur hann afturat.

Hann vil kortini ikki enn siga, hvussu stór krøvini verða.

- Men kravið er ein munagóð hækking og í summum førum er talan um, at hýruprosentið skal hækka fleiri prosent, sigur hann.


Reiðarar keypa-fiskimenn betala

Men nú hava skipara-og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið staðfest í eini frágreiðing, at reiðarar rógva frammundir, at prosentbýtið ímillum skip og manning verður broytt. Tað kann bara merkja, at manningarhýrurnar skulu lækka. Orsøkin til tað er helst, at í summum førum eru skip og fiskirættindi keypt so dýrt, at tað tyngir munandi um raksturin. Merkir Fiskimannafelagið nakað til hetta?

- Hetta merkja vit eisini. Í løtuni merkja vit tað mest við tað, at í summum førum royna reiðarar at snúgva sær uttanum sáttmálan fyri at spara útreiðslur. Tað fara vit sjálvandi heldur ikki at góðtaka. - Men eg vóni heldur ikki, at reiðarar hava keypt skipini fyri ovurhonds upphæddir í eini vón um, at teir kunnu koma til fiskimenn við rokningini.

- Vit hava longu givið teimum milliardir og geva teimum ikki meiri. Teir skulu ikki spenna seg fyri hundraðtals milliónir og lata tað ganga útyvir fiskimannin.

- Vit fara ikki at góðtaka grundgevingar frá reiðarum um, at tað er so tungt at reka skipini, at teir hava ikki ráð at hækka hýrurnar. Teir skulu ikki seta seg fyri dýrari skip enn at teir klára at betala fiskimonnum eina hóskandi hýru.

- Fiskimenn eru ein týðandi partur í samfelagshjólinum og vit hava heilt avgjørt ongan áhuga í at ein stórur partur av vinninginum endar á útlendskum hondum ígjøgnum føroyskar stráðmenn.

- Tí fara vit at royna at varðveita sum mest í umfari í Føroyum og tað er ein orsøk afturat til at krevja, at hýrurnar skulu hækkast.

Les eisini greinina "Fyrr ella seinni endar svartiper hjá okkum".