Í morgin verður høvi at royna leskiligt laksaborð við góðum fólkatónleiki afturvið á Laksatorginum í Runavík
Aftur í ár skipa tey fyri laksatorgi í Runavík. Torgið letur upp klokkan 10 í morgin fyrrapartin við vælumtókta ókeypis laksaborðinum og kokki, sum gevur góð ráð.
Eisini letur upp listaframsýning við Harry Knudsen og Jastrid Langgaard.
Út á fyrrapartin spæla italsku Pivari góðan fólkatónleik, har áhoyararnir eisini fáa møguleika at verða við í italskum fólkadansi.
Um middagsleitið leggja Boys in a Band leiðina framvið, og beint eftir døgurða verður Ævintýrferðin hjá Búa og Dánjali á skránni.
Út á seinnapartin skipar NSÍ fyri brotssparkskapping, trioin Dánja fer at spæla og italiskur fólkatónleikur verður aftur at hoyra.
Tað er kunningarstovan í Runavík og Runavíkar Kommuna sum skipa fyri Laksatorginum