BORÐTENNIS
Í fleiri deildum gjørdist samlaða støðan enn javnari enn áður, meðan tað í summum deildum tykist at vera nærum avgjørt, hvør fer avstað við samlaða sigrinum.
Veteranurin fær kaping
Veteranurin Peter Niclasen (TÓR) hevur fingið veruliga kapping um fyrstaplássið í meistaradeildini, eftir at 19 ára gamli Ragnar Egilsson (TÓR) hevur lagt seg eitt lítið vet framum, við at vinna A-bólkin leygardagin. Einans 10 stig eru ímillum teir báðar, og merkir tað í veruleikanum, at munurin kundi ikki verið minni. Teimum báðum á baki kemur ein annar royndur harri, nevniliga Fríði Jensen (TBF), ið tó ikki hevur annað enn ein lítlan teoretiskan møguleika at vinna.
Rói varðveitti leiðsluna
Í mansunglinum broyttist lítið og einki. Rói Agnarsson (TÓR), ið liggur á odda, luttók ikki í hesum umfarinum vegna skaða. Tað merkir at hetta umfarið verður strikað úr samlaðu støðuni hjá honum, av tí at vánaligasta úrslitið hjá hvørjum leikara ikki verður talt við í endaligu støðuni. Hjá hansara kappingarneytum, Hallur Thorsteinsson og Pætur Albinus, báðir úr TÓR, gekk einki serligt. Tískil varðveitir Rói leiðsluna hjá sær, 70 stig frammanfyri Hallur.
Gott úrslit hjá Fróða
Ungi tvøramaðurin Fróði Jensen (TBF) fekk sítt besta úrslit nakrantíð í Grand Prix samanhangi leygardagin, tá hann endaði nummar 3 í A-bólkinum, og tískil økti um sína longu trivaligu leiðslu í dreingjadeildini. Aftan fyri hann koma Páll Heri Nolsøe og Jákup Thomassen, báðir úr TBF, ið leygardagin leiktu í B-bólkinum.
Bólkavinnarar gjørdist:
A Ragnar Egilsson, Tór
B Karl Arni Egholm, KÍ
C Jónhard Ferjá, TBF
D Tóki Thorsteinsson, Tór
E Elin Øster, TBF
F Sveinur Nolsøe Tór
G Vár Holm, TBF
H Durita Jensen, TBF
I Judit Olsen, Royn
Samlaða støðan í Grand Prix kappingini eftir 4. umfar:
Smápinkur
1. Sofía Maria Ferjá, TBF – 334 stig
2. Durita Jensen, TBF – 310 stig
3. Rebekka Petersen, TBF – 254 stig
Smápiltar
1. Hávar Albinus, TBF – 308 stig
2. David Mortensen, TBF – 232 stig
Pinkur
1. Anna Mikkjalsdóttur, TBF – 510 stig
2. Lív Øster, TBF – 398 stig
3. Vár Holm, TBF – 274 stig
Piltar
1. Knútur Jóanesarson, Tór – 470 stig
2. Sveinur Nolsøe, Tór – 400 stig
3. Eyðfinnur Jensen, Royn – 264 stig
3. Janus Midjord, Royn – 264 stig
Smágentur
1. Birita Mortensen, TBF – 670 stig
2. Marin Sofía Brattalíð, TBF – 600 stig
3. Sára Hentze, TBF – 356 stig
Smádreingir
1. Heini Mortensen, TBF – 1050 stig
2. Mathias Mortensen, TBF – 950 stig
3. Sverri Jacobsen, TBF – 810 stig
Gentur
1. Rakul Mikkjalsdóttur, TBF – 1180 stig
Dreingir
1. Fróði Jensen, TBF – 1260 stig
2. Páll Heri Nolsøe, TBF – 970 stig
2. Jákup Thomasen, TBF – 930 stig
Mansunglingar
1. Rói Agnarsson, Tór – 1420 stig
2. Hallur Thorsteinsson, Tór – 1350 stig
3. Pætur Albinus, Tór – 1180 stig
Kvinnur
1. Marin í Dali, TBF – 1190 stig
Menn
1. Ragnar Egilsson, Tór – 1450 stig
2. Petur Niclasen, Tór – 1440 stig
3. Fríði Jensen, TBF – 1220 stig