Í fjórðu royndini eydnaðist tað hjá Sílinum

Eftir at tær í trimum teimum fyrstu kappingunum høvdu verið aftanfyri Ørnina, megnaðu meistararnir frá í fjør at koma fyrst á mál

5-MANNAFØR KVINNUR

Endiliga eydnaðist tað hjá kvinnunum umborð á Sílinum, sum í Vági vunnu fyri fyrstu ferð í ár. Í trimum teimum fyrstu kappingunum var Sílið næstfremst.
Sigurin var tann næsti til Havnar Róðrarfelag í ár. Fyrsta sigurin vann 8-mannafarið Ørvur á Skálafjørðinum.
Í fjør vóru kvinnurnar við Sílinum ógvuliga sannførandi. Tá vunnu tær FM í stórum stíli. Tær vóru fremstar í øllum róðrunum uttan á Fjarðastevnuni.
At Sílið fór at verða við í FM kappingini í ár var ikki óvæntað. Men sigurin hesa ferð var ikki so væntaður. Á Norðoyastevnu og Sundalagsstevnu var Sílið bara eitt sekund aftanfyri Ørnina. Á Skálafjørðinum var sigurin hjá óføru Ørnini sera sannførandi. Tískil var lítið, sum bendi á, at Sílið skuldi taka Ørnina á Jóansøku.
Sílið fekk besta startin, og Sílið var á odda mest sum allan teinin. Ørnin legði seg upp á síðuna av Sílinum, tá ið tað varð farið undir endaspurtin, men tær á Sílinum svaraðu aftur, og á málinum var munurin ein hálv bátslongd.
Triðja plássið vann Jallur í kapping við Rituna, sum ikki gekk væl á fyrsta teininum og við Drekan, sum góða løtu hevði verið frammanfyri Rituna.

5 mannafør kvinnur
1Sílið05:17.16
2Ørnin05:18.16
3Jallurin05:22.09
4Ritan05:24.19
5Drekin05:26.07
6Junkarin05:29.13
7Báran05:31.00
8Tjaldrið05:32.05
9Blikur06:16.10