Tónleikur:
Einaferð var hann eitt sera gott boð upp á ein føroyska poppara á altjóða stjørnuhválvinum. Í dag dámar honum væl at kalla seg prædikumann – ikki minst út frá teimum eitt sindur nakkalangu reaktiónunum, hann onkuntíð fær, tá gamlir kenningar heilsa uppá og spyrja, hvat hann tekst við, aftan á kanska ikki at hava sæð havnarmannin í áravís.
Humorin býr framvegis í eygunum. Og har Regin er, er oftani látur. Maðurin er snøkt sagt stuttligur.
Men Regin er eisini álvarsmaður. Soleiðis er tað ikki sólskyn og hiti eina sum gera, at hann, saman við konuni Heidi og soninum Noah, seinastu seks árini hevur búð í Campobasso beint við Napoli í Italia.
Frá poppara til prædikumann
Tí heldur enn at gøða unga poppdreymin, valdi Regin um aldarskiftið at kvetta á stokkinum og gjørdi av at fara at boða evnageliið. Sum við øllum, ið hann tekst við, so var farið til verka við eldhugi og áliti á, at hetta er tað rætta. Á heimasíðuni Regini og familjuni, www.guttesen.com, verður sagt soleiðis: “Vit eru øll kallað at vera millum teirra, sum hava tey stóru framíhjárættindi at bera øðrum evangeliið.?Leikluturin hjá okkum øllum fer ikki at vera tann sami, men øll eru alneyðug, skal ætlanin verða fullførd.”
Um tú spyr, hví katólska háborgin Italia gjørdist landið, har Regin og familjan fóru at virka, finst hetta svarið eisini á heimasíðuni hjá familjuni Guttesen. Her verður staðfest, at fólkatalið í Italia er slakar 58 milliónir og at mett verður, at meir enn tveir triðingar eru katolikkar. Regin vísir á, at “nógv italiufólk hava, vónsvikin av katólsku kirkjuni, roynt at finna „nøktan“ gjøgnum tað okkulta. Tey seinastu tíggju árini hevur tað breitt seg so nógv, at tað nú eru fleiri skrásett millumgongufólk (medium) og gandakellingar enn rómverskir prestar.??Talið á evangeliskum trúgvandi er sera lágt, minni enn eitt prosent av fólkatalinum.”?
Kvirt
Í tónleikahøpi hevur verið púra kvirt her um leiðir frá stíltrygga pianistinum við tí hásu røddini og sangum, ið vóru sum skræddaraseymaðir til amerikanskt popp radio. Við fløguni “Writing You A Song”, sum kom út í 1997, skrivaði Regin ikki bara ein sang, men eisini eitt slag av føroyskari tónleikasøgu við eini fløgu, sum leyk øll góðskukrøv fyri góðum væl-poleraðum poppi, ríðandi á eini west-coast bylgju, ið ikki hevði sæð sín líka her um leiðir. Hetta varð eitt nú gjørt við at fara til USA at spæla inn við tónleikarum, so sum Toto bassleikaranum David Hungate. Í kjalarvørrinum á hesi útgávuni komu eisini tilboð frá plátufeløgum sum vóru hugað at geva fløguna út í USA.
Men tað varð av ongum.
Tí hetta var eisini tíðin, tá Regin fór at seta eksistentiellar spurningar um, hvør lívsleiðin nú skuldi vera. Meðan hann gjørdi sína útbúgving sum grafikari lidna, so var avgerðin tikin. Hann og familjan fluttu til Italia. Og soleiðis hvarv Regin stillisliga av føroyska tónleikaradaranum og seinastu mongu árini hevur so at siga onki verið at hoyrt til hann her um leiðir. Inntil herfyri.
Sum ketta úr høvdatrog
Í mei mánað frættist, at nýggja fløgan “Fjakkari” við Regin Guttesen, var útkomin í Føroyum. Við fyrstu tónunum á fløguni kann staðfestast, at pianisturin er í topp formi, har hann letur fingrarnar reika ómakaleyst yvir klaviaturið við sínum eyðkenda spæli. Yvir moll-gongdir staðfestir havnarmaðurin:
“Hygg nú upp, mín sál,
so tú fellur ei í fátt,
tá ið lívið her gerst grátt,
og tú døpur er”
Regin er framvegis trúgvur ímóti síni stílistiska fortíð. Talan er um væl produseraðan tónleik niður í minstu detalju eftir einum rættiliga klassiskum west-coast leisti. Stóri munurin á “Fjakkari” og “Writing You a Song” er sostatt fyrst og fremst, at nýggja fløgan er á føroyskum. Tónleikagrundirnar eru innspældar í Føroyum í Krisstuff Studio við amerikanska trummuspælaranum Paul Leim og føroyska Óla Poulsen, sum rytmusektión. Og heldur enn sjálvur at produserað, hevur Regin hesaferð fingið Óla Poulsen at produsera.
Regin, sum aftaná so nógv ár í dvala, kanska ivaðist eitt sindur í, hvussu henda nýggja fløgan fór at vera móttikin, kann nú ein mánað seinni staðfesta, at føroyingar hava tikið væl ímóti hesi útgávuni. Serliga lagið “Her”, sum Óli Poulsen hevur gjørt og Martin Joensen og Óli hava skrivað orð til, hevur verið nógv at hoyrt á útvarpsrásunum herheima.
Kann ikki lata vera
Men, hvussu ber tað so til, at Regin aftan á so nógv á í dvala, nú gevur fløgu út aftur? Til hetta sigur Regin:
- Ein kendur rithøvundur sigur soleiðis: “Um tú hevur hug at skriva, so skalt tú ikki gera tað; um tú dugir at skriva, so skalt tú heldur ikki gera tað; men um tú ikki fær latið vera við at skriva, so skalt tú gera tað!” Eg meldi meg upp í tann triðja bólkin. Eg dugi ikki at lata vera við at skriva og at gera tónleik. Tað er næstan líka natúrligt og neyðugt fyri meg, sum at anda. Tað er líka mikið hvat, eg fáist við, ella hvar eg búgvi – eg fari altíð at skapa tónleik. Tú kanst taka tónleikaran úr tónleikalívinum, men tú kanst ikki taka tónleikin úr lívinum hjá tónleikaranum. Við øðrum orðum: einaferð tónleikari, altíð tónleikari!
Hví hevur tú ikki sjálvur framleitt hesuferð?
- Ein orsøk er praktisk. Eg búgvi ikki í Føroyum, har eg eri meira integreraður sum tónleikari, og havi tí ikki teir somu hentleikarnar í Italia, sum í Føroyum.
- Um hettar var fyrstu ferð, eg gav fløgu út, var fløgan ongantíð vorðin veruleiki. Men av tí, at eg í nógv ár var ein virkin partur av føroyskum tónleikalívi, og tí havi eina ørgrynnu av vinum innan tónleikalívið, hevur tað borið til at gjørt hesa fløgu. Útgávan gjørdist veruleiki tí at fólk, sum Óli Poulsen og Jákup Zachariassen og mong, mong onnur, ikki bara eru mínar tónlistaligu fyrimyndir, men eisini mínir persónligu vinir.
- Ein onnur orsøk er tónlistarlig. Eg havi altíð vilja sloppið at ráða sjálvur, hvussu løgini skuldu leggjast til rættis, og hvussu tey skuldu ljóða, bæði á mínari fyrru fløgu, og á øðrum fløgum, sum eg havi frammleitt. Hesuferð sá eg eina avbjóðing í at lata róðrið í hendurnar á Óla, sum hevur framleitt, og á Jákupi, sum er framleiðslustjóri. Fyri meg hevur tað verið eitt stórt “trúarstig” – um tú so kanst siga - at lata onnur velja, hvørjir sangir skuldu við og hvussu teir skuldu spælast. Men sjálvt um onkur diskusiónin hevur verið á leiðini, um broytingar í melodii, akkordum, formi ella teksti, so hevur tað fyri tað mesta verið ein fragd at kunna sett seg afturá og eygleiða, meðan onnur hava tikið tínar sangir og latið teir í og pynta teir.
Satt at siga er tað ein gamal dreymur, sum er uppfyltur, nú Óli, sum er ein av mínum absoluttu tónlistaligu fyrimyndum, segði “ja” til at framleiða fløguna, og smuglaði meg inn í hansara fylta kalendara!
Hví er fløgan á føroyskum?
- Vit búgva í Italia. Her er alt samskifti á italskum. So tað at sníkja eg til síðis onkra løtuna og seta seg einsamallan við klaverið at skriva og syngja á føroyskum dámar mær væl. Tú kanst siga, at á ein ella annan hátt er tónleikurin sum ein persónligur sálarfrøðingur hjá mær. Eg búgvi langt heimanífrá, og tað er ikki sørt, at av og á leingist mær heim til tað kenda og heimliga.
- Fyrr dámdi mær nógv betur at skriva á enskum. Tað kendist lættari at fáa tekstirnar at sita. Nógv fleiri orð at arbeiða við. Men eg haldi, at eg við árunum er farin at seta størri prís upp á mínar røtur og eisini mitt móðurmál.
Hvør er tín ambitión við nýggju fløguni
- Onkuntíð verður gjørdur munur á at føra kristnan politikk, og at føra politikk sum kristin. Um sami munur var yvirførdur til tónleikin, hevði eg ikki sagt meg at vera ein, sum ger kristnan tónleik! Nei, heldur ein, sum ger tónleik sum kristin.
- Eg skrivi og syngi um tunglyndi og gleði, um at vera sannførdur og um at ivast, um at liva og um at doyggja, um meining og um fáfongd. Eg skeldi ongan út, men seti tó grundlegjandi spurningar. Eg skrivi tað sum eg føli. Eg skrivi bara sangir. Og onkuntíð koma so mínar sannføringar undan kavi, sum tær nú gera hjá øllum, sum yrkja.
- So, vón mín við fløguni er, at lurtarin kann ognað sær sangirnar, og kenna seg aftur í teimum. Tónleikur er hundrað prosent kenslur, og eg vóni at tey sum geva sær stundir at lurta, verða rivin við reint kensluliga, bæði av tónunum og orðunum.
------------------------
Regin á pall til Nashville.fo
Tá Nashville.fo konsertin verður í ítróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið 29. august, telist Regin millum teir føroysku sangararnar, ið fara at framføra. Fyrsta útgávan “Writing You A Song” var nevniliga innspæld í Nashville. Hetta verður eisini fyrsta høvið hjá Regini aftur at spæla live saman við bassleikaranumnevniliga David Hungate, ið eisini spældi við á “Writing You A Song”. Her um leiðir er Hungate mest kendur fyri at vera uppruna bassleikarin í rockbólkinum Toto. Nýggja fløgan “Fjakkari” hevur haraftrat eisini ein farra av Nashville í sær. Hesaferð var tað nevniliga soleiðis, at trummuspælarin Paul Leim, sum er búsitandi í Nashville, vitjaði í Føroyum á sumri í 2007 og spældi inn trummurnar í Kristuff Studio í Hoyvík. Paul Leim er ein av mest brúktu trummuspælarum í Nashville. Hetta verður somuleiðis fyrsta almenna konsertframførslan hjá Regini, síðani “Fjakkari” kom út.