Fjarlestur til yngri og eldri

Yngri sum eldri fólk í Føroyum kring alt landið fáa nú at møguleikan at taka eina útbúgving sum fjarlesandi á lærdum háskúla í Aberdeen. Eftir trý ár og 10-12 tímum um vikuna, kanst tú kalla teg master í leiðslu og fyrisiting. Útbúgvingingarmøguleikin er úrslit av samstarvið millum BP, Føroya Handilsskúla og Robert Gordon University í Aberdeen

Útbúgving

Handilsmaðurin í Svínoy, húsmóðurin í Nólsoy og seyðamaðurin suðuri í Sumba hava nú, eins og restin av føroyingum, møguleika at taka eina útbúgvin á lærdum háskúla í Aberdeen, uttan at fáa útum dyrnar.
Tað einasta, sum krevst, er:Universitetsútbúgving ella tilsvarandi útbúgving, útbúgving frá øðrum góðkenum lærustovni, eitt nú lærari ella hægri handilsskúli ella viðkomandi yrkis-, handils- ella aðra førleikagevandi arbeiðsroyndir á einum stigi, ið heimilar fráviki frá vanligu upptøkukrøvunum.
Ella sagt við øðrum orðum: Ein ógvuliga stórur partur av føroyska vinnulívinum og arbeiðsføraskaranum hevur møguleikan at søkja og sleppa inn.

Fjarundirvísing
Í fyrstu atløgu verða 20 føroyingar tiknir upp og eftir trý kunnu hesir, um teir eru áhaldnir og gera tað sum krevst, kalla seg fyri master í leiðslu og fyrisiting.
Útbúgvingin er løgd til rættis sum partíðarundirvísing við fjarlestri. Talan er sum sagt um eina master útbúgving í virkisleiðslu við heitinum Management Studies Course.
Útbúgvingin er á einari deild á Robert Gordon University í Aberdeen, ið kallast fyri Univation. Hetta er ein deild, ið skipar fyri fjarlestri um allan heim, og nú eru túrurin eisini komin til Føroya.
Tey lesandi í Føroyum fáa alt tilfarið sendandi, og við stuðilinum frá BP, so kemur tað ikki at kosta nøkrum nakað at taka útbúgvingina.
Í Føroyum verður tað Føroya Handilsskúli, sum kemur at hjálpa teimum lesandi við ymiskum.
Talan er um eina viðurkenda útbúgving á lærdum háskúla í Aberdeen, sum føroyingar ókeypis fáa møguleikan at taka eina útbúgving. Tá talan er um lærdan háskúla, so merkir hetta eisini, at talan er um eitt høgt støði. Tað verður mett, at tey lesandi skulu nýta einar 10-12 tímar um vikuna fyri at fylgja undirvísingini og klára próvtøkurnar. Tað er sostatt tey lesandi sjálvi, ið leggja sín lestur til rættis.
Tær próvtøkur, ið vera fyri tey lesandi, vera allir skrivligar. Undirvísingin er skipað soleiðis, at tey lesandi taka eitt skeið við einari lærugrein í senn. Tá ið ein lærugrein er liðug, so verður farið til próvtøku. Tilsamans eru áta lærugreinir; fýra á hvørjum av teimum fyrstu tveimum árunum. Triðja árið verður nýtt til eina høvuðsritgerð. Próvtøkurnar verða allar fyriskipaðar á Føroya Handilsskúla og, eins og undirvísingartilfari, verða hesar eisini á enskum máli.
Næmingar verða innskrivaðir á Virtual Cambus hjá Robert Gordon University og igjønm hesa skipan verður eisini møguligt at koma í samband við veðleiðari í Aberdeen. Umframt verður tað eisini skipað fyri skeiðum á Føroya Handilsskúla, har tey lesandi kunnu samskifta við hvønn annan og ein lærara. Hesar dagarnar verða lagdir við byrjanina og endan av einum skeiði.

Samstarv
Sum partur av loyvinum hjá BP í Føroyum, so hevur felagið eisini bundið sig til at stuðlað føroyska samfelagnum við førleika menning og øðrum í sambandi við kollvetnistilgongdina.
Hjarnar Djurhuus, stjóri fyri BP í Føroyum, sigur, at BP hevur lagt stóran dent á at stuðla útbúgving og venjing, sum byggir á handilsliga og tøkniliga vitan og kunnleika.
Hann metir harumframt hetta vera at gott at høvi at stuðla, tí hetta gevur møguleikar hjá øllum at útbúgva seg, uttan mun til, hvar í landinum tú býrt. Eisini tey, sum kanska ikki hava møguleikan at ganga til undirvísing til ávísar tíðir, hava nú møguleikan at fáa eina góða útbúgving.
Hjarnar sigur harumframt, at BP vónar ein tílík útbúgving fer at gera sítt til at økja um áhugaverdar og lønandi starvsmøguleikar hjá fólki, ið annars ikki hevði havt høvi at tikið lut í hægri lestri.
Elsa Maria Holm Olsen, deildarstjóri á Føroya Handilsskúla, sigur, at uppgáv Føroya Handilsskúla verður at tryggja, at tey lesandi fáa so góðar umstøður at lesa fjarlestur í sum gjørligt. Føroya Handilsskúli verður binandi liðurin millum tey lesandi og Robert Gordon University
Stjórin fyri Føroya Handilsskúla, Ragnar Magnussen, sigur harumframt, at hetta hóskar væl saman við teimum ætlanum, sum Føroya Handilsskúli hevur sett sær. Ætlanin er nevniliga, at innanfyri eitt ávíst áramál, skal Føroya Handilsskúli kunna bjóða útbúgvingar á bachelor (BS) stigi.
Lýsingar verða setta í bløðini í næstum, har søkt verður eftir umsóknum. Sjálv útbúgvingin byrjar 4. mars. Skipað verður fyri kunnandi fundin áðrenn, fyri øllum teimum, ið hava áhuga.