Fjepparafelag bjóðar ungum til innandurakapping

- Tilmeldingin gongur ógvuliga væl, og longu nú hava stívliga 30 lið boðað frá luttøku, sigur Reyði Pantarin.

Reyði Pantarin, sum er fjepparafelagið hjá B68 á Toftum, skipar fyri innandura fótbóltskapping leygardagin og sunnudagin, 27.-28. januar.

 

- Tilmelding gongur ógvuliga væl, og longu nú hava stívliga 30 lið boðað frá luttøku. Fyri framman liggur eitt hugnaligt og spennandi vikuskifti fyri børnum og ungum.

 

Reyði Pantarin vísir á, at í kappingini verða aldursbólkar heilt niður í U5, sum eru børn í 3-5 ára aldri.

 

- Tað hevur verið fantastiskt at síggja henda aldursbólk luttaka í undanfarnum kappingum, sum vit hava skipað fyri.

 

Kappingin, sum er fyri tey yngru liðini í aldrinum U5 til U16, verður í høllini í Tofta skúla, og kappingin er bæði fyri gentur í dreingir.

 

- Hvørt lið telur fimm leikarar og í mesta lagi ein eykaleikara. Tó spæla U13, U15 og GU16 við fýra leikarum.

 

Reyði Pantarin sigur, at liðini kunnu hava egin nøvn, og tey kunnu eisini nevnast eftir egnum felag.

 

- Eru trý ella fleiri gentulið til eina deild, verður kapping fyri gentum eisini. Annars hava gentulið møguleika at leika við dreingjaliði, tó í einum yngri aldursbólki, um tær ynskja tað.

 

Lagt verður aftrat, at luttøkugjaldið fyri hvørt liðið er 500 krónur, sum verður goldið, tá møtt verður til kappingina, siga tey á Toftum.

 

Seinasta freist at melda til Reyði Pantarin Cup er 23. januar klokkan 16, og tilmelding fer fram við at ringja ella senda sms til Jan Andersen á tlf. 749060.