Fjórðu náttina á rað hava russar lopið á Ukraina við dronum.
Ukrainska loftverjan sigur í morgun, at tey í nátt hava skotið niður 16 dronur, sum eru framleiddar í Iran.
- Russar lupu á við 17 Shahed-136/131 álopsdronum, sum komu sunnaneftir.
Av hesum eydnaðist ukrainsku loftverjuni at skjóta tær 16 niður.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at enn er einki frætt úr Ukraina um deyð ella særd í álopunum.
Ukraina hevur verið fyri fleiri russiskum álopum seinastu næturnar, og eitt nú hevur verið lopið á høvuðsstaðin, Kyiv.
Russland hevur eisini lopið á aðrar ukrainskar býir seinastu næturnar.