Fjórði javnleikurin á rað hjá Wisla Plock

Enn einaferð fingu Andrias Edmundsson og liðfelagarnir úrtøku í bestu pólsku fótbóltsdeildini

Ein kann staðfesta, at gongdin er ótrúlig hjá landsliðsbakkinum, Andriasi Edmundssyni og liðfeløgum hansara í Wisla Plock í bestu pólsku fótbóltsdeildini.

 

Í dag leikti Wisla Plock fjórða javnleikin á rað í deildini. Seinastu níggju dystirnar er talan um sjey javnleikir og tveir sigrar. Wisla Plock hevur ikki tapt í bestu pólsku deildini síðani 19. september.

 

Wisla Plock leikti í dag dyst á heimavølli móti Cracovia. Dysturin á Orlen leikvøllinum endaði við javnleiki 0-0.

 

Í dag fekk Andrias við 6,8 (av 10) fjórðbesta karakterin frá Flashscore/Soccerstand av øllum leikarunum hjá Wisla Plock. 

 

Wisla er næstfremst í deildini við 29 stigum. Gornik Zabrze er fremst við 30 stigum.

 

Andrias og liðfelagarnir hava ein dyst eftir áðrenn teir sleppa í vetrarfrí. Komandi mánakvøld klokkan 18 spæla teir dyst á útivølli móti Korona Kielce.