Smyril ger broytingar vegna brek á hekkuportur

Í morgin og leygardagin ger Smyril broytingari ferðaætlanini.

 

Í samrøðu í KVF visti virkandi stjórin á, at okkurt brek er á øðrum hekkuportinum á Smyrli.

 

Boðini á ssl.fo eru hesi:

 

Broytingar á leið 7 galdandi fyri fríggjadag 5. desember og leygardag 6. desember. Vegna átrokandi umvælingararbeiði umborð á Smyrli, verður siglt soleiðis á leið 7 fríggjadag 5. desember og leygardag 6 desember:

 

Fríggjadag 5.desember: Av Krambatanga kl.07.00 og kl.18:00 Av Havnini kl.12:30

 

Leygardag 6.desember: Av Havnini kl.08:00, kl.16.00 og kl.21:15 Av Krambatanga kl.10.30 og kl.18:30

 

Bygdaleiðir í Suðuroy koyra ísv. Broytingarnar á leið 7 fríggjadag 5. desember og leygardag 6. desember.