Niðri á sandinum í Gøtu fekk portalurin orðið á fýra vinfólk úr Havn.
- Tað er kanska løgið, men hetta er faktist fyrstu ferð, at eg eri á G!, sigur Torkil Petersen
- Tað hevur ongantíð ligið fyri hjá mær áður, so tað er deiligt at endiliga sleppa á G! festival.
Tær tríggjar vinkonurnar hava tó verið áður. Tað er tó ikki tónleikurin, sum dregur tær higar.
- Eg kendi faktist ikki skránna, áðrenn eg fór, sigur Bjørg Ellendersen.
- Eg sigi tað sama. Tað er sjálvandi fínt at hoyra tónleik, men eg komi mest fyri at møta fólki og uppliva stemningin her, sigur Gunnvá Kass Abrahamsen.
Hóast tey øll hava tjaldingarpláss, so valdu tey at rýma gjárkvøldið frá tjaldingarøkinum.
- Man má vera væl fyri, og tí má man sova væl. Gunnvá og eg tóku tí ein taxa til ommu í Fuglafirði, sigur Rannvá Kass Abrahamsen flennandi.
Bjørg og Torkil valdu eisini at sova aðrastaðni. Bjørg fór til familju í Søldafirði, meðan Torkil svav í bilinum.
Sambært teimum fýra vinfólkunum hava tey bestu nøvnini í ár verið Eivør, Kapten Röd og Gipsy Train.