Flýggja undan skógareldi

Meiri enn 500 húski eru rýmd undan oyðandi skógareldi í Kalifornia

Í gjárkvøldið gingu løg­reglu­menn á dyrnar hjá fólki í Orange County í Kali­fornia og bóðu tey fara av húsum, tí vandi var fyri, at ein oyðandi skógareldur fór at breiða seg tann veg­in.
Myndugleikarnir hava sent umleið 800 løgreglu­menn og 800 sløkkiliðsmenn at basa eldinum, men nógvur vindur hevur gjørt tað vónleyst at steðga eldi­num, skrivar AP. Harafturat er gróðurin sera turrur, og hitin um dagin er oman fyri 30 stig.
Skógareldurin kyknaði seinnapartin í gjár í Ane­heim Hills, sum er einar 50 kilometrar sunnan fyri Los Angeles. Síðani hevur eld­urin breitt seg til eitt øki, har nógv múgvandi fólk búgva, og sambært AP eru einstøk hús, sum kosta milliónir av dollarum, farin upp í royk.
Hinvegin hevur skógar­eldurin ikki kravt mannalív, men tríggir sløkkiliðsmenn hava fingið skaða.