Flaggdagshald í Keypmannahavn

Leygardagin 25. apríl skipar MFS fyri stórum bókmenta- og tónleikatiltaki í Føroyahúsinum í Keypmannahavn Á tiltakinum verður fjølbroyttur tónleikur, upplestur av yngri og eldri føroyskum rithøvundum umframt fyrilestrar.

Eisini fara rithøvundarnir Carl Jóhan Jensen og Kim Simonsen at kjakast um spurningin, hví so fáar samtíðarlýsingar eru í føroyskum bókmentum. Rolf Guttesen verður orðstýrari.

Tiltakið byrjar klokkan trý seinnapartin, tá ið Carl Jóhan Jensen fer at halda flaggdagsrøðu, og hildið verður fram við einari fjølbroyttari skrá til seint á kvøldi. Tiltakið er ókeypis, og meira fæst at vita um skránna á heimasíðuni hjá Føroyahúsinum í Keypmannahavn.