Flaggdagskaffi í Klaksvík

Listaframsýning og køkukapping eru á skránni Flaggdagin, tá ið Klaksvíkar Húsmøðrafelag skipar fyri Flaggdagskaffi

Eins og undanfarin ár skipar Klaksvíkar Húsmøðrafelag fyri Flaggdagskaffi Flaggdagin, ið verður sunnudagin í komandi viku. Tiltakið verður í húsunum hjá felagnum í Bøgøtu eftir skrúðgonguna og fólkafundin í Vágstúni.

Høvi verður at síggja listaframsýning og síggja og taka lut í køkukapping. Síðani 1992 hevur felagið skipað fyri køkukapping hendan dagin í árinum. Øll, sum hava hug at taka lut, kunnu lata eina køku til kappingina. Vakrasta køkan fær ein køkuspaka sum vinning. Øll árini undantikið eitt hevur ein og sama kvinna vunnið kappingina. Í ár verða tvær virðislønir latnar. Tey, ið keypa atgongumerki til Flaggdagskaffi, hava rætt at atkvøða um ta vakrastu køkuna. Tá ið vinnarin er kosin, verður sett á køkurnar og fólk kunnu eta seg mett.

Enn er ikki greitt, hvussu nógv listaverk verða at síggja á framsýningini, ið verður søluframsýning. Fólk hava enn høvi at siga frá, um tey hava hug at sýna fram.

Klaksvíkar Húsmøðrafelag hevur 48 ár á baki. Felagið eigur og rekur tvey hús. Húsini, har Føroya Húsarhaldskúli er á Stoksoyrarvegnum, og húsini í Bøgøtu, har handarbeiðsskúli er í kjallaranum. Nógvur peningur skal til fyri at reka so stórt virksemi. Ábøtur og umvælingar verða javnan gjørdar, og tað er eitt nú til tað, inntøkurnar fara til. Tvær ferðir um mánaðin skipar felagið fyri bingo, men tað er ójavnt, hvussu nógv fæst burtur úr tí.

Í nevndini fyri Klaksvíkar Húsmøðrafelag sita Elly Johannesen, forkvinna, Karin Højgaard, næstforkvinna, Kristina Hansen, kassameistari, Bjarma Vágsheygg og Estrid Vang. Tiltakslimir eru Jórun Gardar og Alma Petersen.

Felagið vónar, at fólk møta fjølment upp til tiltakið Flaggdagin.