Kappingin er fyri børn og vaksin. Gjørt verður vart við, at øll – skjót og minni skjót, ung og eldri – eru vælkomin. Vaksin renna 7,02 km. og børn, fødd í 1994 - 2000, renna umleið 1,8 km.
Umframt at vera ein kapping fyri einstaklingar er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping ímillum virkir, stovnar o.t., nevnd firmakapping.
Firmakappingin er skipað á tann hátt, at virkini v.m. kunnu tekna 3-5 vaksnar luttakarar á hvørjum liði, ið so kappast ímóti hvørjum øðrum. Fleiri lið kunnu luttaka frá hvørjum virki. Menn og kvinnur skulu luttaka á hvør sínum liði. Bert tríggjar tær bestu tíðirnar á hvørjum liði telja við í kappingini.
Eftir at komið er á mál fáa allir luttakararnir frukt, Poptop og vatn. Stuðlað hesum hava ávikavist P/F Poul Hansen, MBM og Føroya Bjór.
Vinnandi lið og einstaklingar fáa steyp til ognar. Harumframt verða heiðursmerkir latin til nr. 1, 2 og 3. Høvuðsstuðul til Flaggdagsrenningina er P/F Føroya Shell, sum eisini letur steyp og heiðursmerki.
Hátíðarhald
Hetta er 21. Flaggdagsrenning og tey sum luttaka fyri 10. ferð, 15. ferð ella 20. ferð í hesi kapping, fáa heiðursbræv. Síðsta ár varð Niels Jákup Jakobsen heiðraður fyri at luttaka fyri 20. ferð á rað.
Síðsta freist at melda til kappingina er mánakvøldið tann 23.04. Áhugað kunnu tekna seg umvegis heimasíðuna hjá FÍF: www.athletics.fo. Fyrispurningar hesum viðvíkjandi kunnu setast Niels Jákup Jakobsen, tlf. nr. 317854/254027, ella Robert Vilhelmsen tlf. 288075.
Umráðandi er, at navnið á liðnum verður upplýst í sambandi við tilmeldanina.
Tað verður ikki møguligt at melda seg til á staðnum beint undan kappingini.
Luttøkugjaldið fyri vaksin er kr. 60 og fyri børn kr. 30. Luttøkugjaldið skal flytast á konto hjá Bragdinum: 6460 166.239.4. Tilmeldingin er ikki galdandi fyrrenn gjalding er farin fram.
Startnr. og annað skal heintast í ÍSF-húsinum týsdagin 24.4. millum kl. 16 og 18.