Flakar aftur á Vatnið

Aftur í ár verður skipað fyri flakatiltakinum á Vatninum í Vági. Flakatiltakið var fyrsturferð í fjør og undirtøkan var góð. Har vóru eini 17 flakar og nógv fólk møttu upp til tiltakið, eini 300 fólk.

Alt summarið í fjør lógu flakarnir á Vatninum, og nýtti nógv fólk møguleikan at fara túr á einum flaka.

15. mai kl 17.00, á Halvarðsøku, verður aftur skipað fyri tiltakinum, har Skótaliðið Royndin fer at skipa fyri ymiskum spølum, og eisini at selja suppu og annað. Barnakórið hjá Frelsunarherðinum fer at syngja og dansa, boða fyrireikararnir frá.